Atgongumerki ganga sum heitt breyð

Í morgun byrjaði sølan av atgongumerkjum til dystin millum B36 og Brøndby, sum verður hóskvøldið í næstu viku Fyrrapartin fóru tey at selja atgongumerki til UEFA Cup-dystin millum B36-Brøndby.
Atgongumerkini verða til ávíst setur á áskoðaraplássunum, og forsølan verður skipað soleiðis, at atgongumerki til skýlið í B36-húsinum verða seld í B36-húsinum í dag, meðan hini atgongumerkini verða seld á Kunningarstovuni í Havn og á Shellstøðunum á Frælsinum og á Ringvegnum.

Tilsamans eini 1600 atgongumerki verða til sølu, og prísurin fyri tey er 175,- kr. fyri vaksin og 100,- kr. fyri børn undir 14 ár.

Løgreglan hevur lýst dystin sum ?High risk?, og tí eru rættiliga strangar trygdarreglur galdandi. Hesar reglur - umframt ávísing um inngong og pláss - eru prentaðar á baksíðuna á atgongumerkjunum.
B36 heitir á øll um at akta tær ásettu trygdarreglurnar.