Atfinningarnar eru burturvið

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er eink hald í skuldsetingunum um, at útlendsk arbeiðsmegi tekur arbeiði frá føroyskum hondum

Tað hava fleiri atfinningarsamar røddir mótvegis skipanini, sum ger tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at fáa útlendska arbeiðsmegi. Fyrispurningur um máli er eisini reistur á tingi, men Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, at einki er at ræðast í so máta.

 

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður víst á, at fyritøkur í fyrsta lagi skulu hava limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, um tey skulu fáa undangóðkenning frá danska útlendingastýrinum. Hetta er skjalprógv fyri, at fyritøkan lønar starvsfólki eftir føroyskum sáttmálum, og at talan soleiðis ikki verður um dumping, soleiðis sum tað annars hevur verið ført fram.

 

- Í dag 1. oktober 2014 eru tað tilsamans 16 fyritøkur, sum hava biðið um limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Av hesum eru tað 5 fyritøkur, sum hava fingið undangóðkenning frá Udlændingestyrelsen. Av teimum 5 eru tað 2 fyritøkur, sum hava sett útlendingar í starv. Hesar báðar fyritøkurnar hava tilsamans sett umleið 10 fólk í starv. Hesi verða lønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag einumegin og handverkarafeløgini hinumegin, skrivar Vinnuhúsið.

 

Víðari verður skrivað, at einki fakfelag hevur sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir.

 

- Flestu byggifyritøkur vilja helst hava føroyskar handverkarar í starvi, og seta sum meginreglu bert útlendskar handverkarar, um neyðuga arbeiðsmegin ikki finst í Føroyum. Tað er tí lítið sannlíkt, at nøkur føroysk byggifyritøka skal hava sagt ein føroyskan handverkara upp fyri at seta ein handverkara úr einum ES-landi í staðin. Tó er tað sjálvandi bæði áðrenn og aftaná lógarbroytingina komið fyri, at ein føroyskur handverkari er uppsagdur, og orsøkirnar til hetta kunnu vera so nógvar, skrivar Vinnuhúsið.