Atburðurin skal søma seg

Stevnan hjá FSF er púrasta greið. Brot á stevnuna skal revsast. Og tað kann revsast heilt har, staðfestir formaðurin í Kappingarnevndini

Fótbóltur

 

Karl Vidtfeldt, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at trupulleikin við rasismu avgjørt er nakað, sum verður tikin í fullum álvara av Fótbóltssambandinum.

- Eftir tann tilburðin, sum var frammi í fjør heyst, høvdu feløgini fund, har eisini hetta mál var á skránni. Øll vóru á einum máli um, at støðan hjá FSF í hesum skuldi vera púrasta greið, og ein staðfesting frá FSF-forsetanum varð eisini send út eftir fundin.

- Síðani er málið tikin upp á formans- og dómarafundum, eins og tað er tikið við í stevnuna hjá FSF. Ein stevna, sum eisini varð gjøgnumgingin, tá fundurin “felags stev” var við feløg, venjarar og dómarar fyri stuttum.

Hóast Karl ikki vil gera viðmerkingar til ítøkilig mál, sum hava verið frammi, so er hann púrasta avgjørdur um, at farast skal hart fram móti hesum fyribrigdinum.

- Sum partur av stevnuni er hetta nakað, sum øll innan fótbóltin eiga at taka atlit til. Feløgini hava eisini bundið seg at fylgja stevnuni, og tí eiga feløgini heilt klárt at hava sínar egnu mannagongdir á økinum. Og ikki bara fyri fremstu liðini.

Kunnu vit ímynda okkum eina støðu, har felag verður revsað ella átalað av FSF, tí stevnan ikki verður fylgd.

- Sjálvandi ber tað til. Og vit hava havt støður, har átalur eru givnar, sigur Karl.

- Men brot á stevnuna skulu sektast. Vit hava hugt at, hvussu grannalond okkara gera í slíkum førum, og tað eru hesum reglum, sum vit fylgja. Hvørt mál verður viðgjørt fyri seg, og tí ber als ikki til at siga, at vit nú hava lagt eina siðvenju við einum degi í dystarbanni, um rasistisk orð verða nýtt á ella uttan fyri vøllin. Vit hava givið upp til fýra daga leikbann fyri brot á stevnuna, uttan at hetta tó hevur havt við rasismu at gera. Og verður groft brot framt, kann hetta væl viðføra eina enn harðari revsing. Og tá meini eg við atburð sum heild. Tað verða nógvar ófínar metodur – har ímillum rasisma - nýttar á vøllinum, og tað snýur seg um at koma hesum til lívs. sigur Karl Vidtfeldt.