Um tveir mánaður skal grønlendski Atassut-flokkurin velja nýggjan formann Leiðslan í grønlendska flokkinum Atassut hevur gjørt av, at flokkurin skal halda eykalandsfund um tveir mánaðir sum eina beinleiðis avleiðing av, at Finn Karlsen legði frá sær sum floksformaður herfyri.
Landstingsvalið 2. juni var ein sonn vanlukka fyri Atassut, sum misti helvtina av tingmanningini, og tann 16. juni gjørdi Finn Karlsen av at leggja frá sær.
Næstformaðurin í Atassut, Jensine Berthelsen, hevur seinni sagt, at kreftir í flokkinum trýstu Finn Karlsen úr formansstólinum.
Eykalandsfundurin verður 29. og 30. august, og uppskot um formansevni skal floksleiðslan hava í seinasta lagi tann 7. august, sigur KNR.










