Enn hevur eingin sagt seg vera sinnaðan at taka við formansstarvinum í grønlendska flokkinum Atassut eftir Finn Karlsen, sum segði seg frá aftan á tað vánaliga valúrslitið hjá flokkinum fyrr í ár.
Godmand Rasmussen, sum er í floksleiðsluni, hevur tó sagt, at hann er til reiðar at stilla upp sum formansevni, um eingin annar ger vart við seg.
Godmand Rasmussen hevur eitt politiskt høvuðsmál, og tað er, at Grønland skal fara upp í ES. Hann sigur við kringvarpið KNR, at tað kann ikki vera rætt, at Grønland skal standa einsamalt, meðan øll onnur taka seg saman í samgongur og samveldi.
Eykalandsfundur verður í Atassut um fýra vikur, og tá skal flokkurin ætlandi hava nýggjan formann.