Átalar formannin í lærarafelagnum

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, átalar formannin í Føroya Lærarafelag, Herálv Jacobsen, sum í grein í Skúlablaðnum á netinum fanst at pedagogum.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, átalar formannin í Føroya Lærarafelag, Herálv Jacobsen, sum í grein í Skúlablaðnum á netinum fanst at pedagogum.

 

Málið snýr seg um »kappingina« millum lærarar og pedagogar um forskúlabørnini. Tað var í síðstu viku, at Skúlin á Argjahamri kallaði foreldur til fundar hóskvøldið klokkan 19 at greiða teimum frá nýggja forskúlanum í skúlanum, sum fer til verka eftir summarfrítíðina. Sama dag – klokkan 18, kallaði Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum – sum er næsti granni skúlans, foreldur til fundar at greiða frá teirra tilboð til somu børn – tey sum eru síðsti árgangurin áðrenn vanligan skúlaaldur.

 

Á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum var samrøða við leiðaran, Anniku Wenningsted Jacobsen, á dagstovninum, har orðini fullu, sum sambært Maud Wang Hansen eru fallin læraraformanninum fyri bróstið:

 

– Samanborið við skúlahugsanina, so hugsa vit meira í litum her, bæði ítøkiliga og myndaliga sæð. Í skúlanum snýr tað seg meira um, at børnini skulu tilpassast – har verður hugsað meira grátt.

 

Lesið eisini: Kappast um tey seks ára gomlu á Argjum

 

At forskúlar verða stovnaðir merkir, at ein síðsti árganur í barnagørðum verður til fyrsta árgang í skúlanum. Fara øll børn í Føroyum í forskúla, so kemur tað at merkjast hjá pedagogunum, sum missa arbeiðspláss og hjá lærarum, sum fara at fáa fleiri arbeiðspláss.

 

Maud Wang Hansen ger kortini greitt í greinini, at pedagogarnir sjálvasagt ikki hava patent upp á hesi seks ára gomlu børnini:

 

– Tey seks ára gomlu eru ein aldursbólkur, ið tradisjonelt hevur verið fakøki hjá námsfrøðingum og ikki lærarum. Nei, tað gevur ikki okkum patent upp tey, men tað er tá løgið, at okkara vitan og royndir um júst henda aldursbólk konsekvent verða skúgvað til viks, totalt ignorerað.
Tað ger tað ikki minni løgið, at vit í Føroya Pedagogfelag ikki hava sæð eitt einasta eitt fakliga undirbygt argument fyri, at tað er betri fyri børnini at koyra tey í forskúla sum seks ára gomul. Við fakliga undirbygd argument meini eg við námsfrøðilig og barnapsykologisk argumentir.
Hinvegin finnast upp í leypar av royndum og kanningum, sum eru gjørdar uttanlands. Allar hesar kanningar og royndir staðfesta, at tað ikki tænir barninum, at tað byrjar í skúlanum ov tíðliga.

 

Maud Wang Hansen leggur dent á, at hon fegin vil hava breitt kjak um hetta evnið.

 

– Eitt kjak við støði í barnsins tørvi, sum kann enda við at vit fáa tað allarbesta føroyska tilboðið til tey seks ára gomlu.
Tað hevði klætt formannini Lærarafelagsins betri at stuðla Pedagogfelagnum, tá tað møtti mótgangi frá landsstýrismanninum í Mentamálum, bæði tá talan er um at seta á stovn eitt dagstovnaráð, og tá avtalan, sum varð gjørd um Skúlaspíran, bleiv broytt, bert til Lærarafelagsins fyrimum.

 

– Tað hevði eisini klætt Lærarafelagnum, um felagið tók undir við Pedagogfelagnum, tá vit vístu aftur, at Folkaskúlaráðið er ráðgevandi hjá Landsstýrismanninum um, hvat hóskar seg at arbeiða við á dagstovnaøkinum, og tað hevði sømt seg betri fyri Lærarahópin í Fólkaskúlaráðnum at ráðgivið innan egnu karmar og ikki at átikið sær leiklutin at tosa fyri ein annan fakbólk um teirra arbeiði og enn minni at gera seg klók vegna menning og umstøður hjá hesum børnum, sum Fólkaskúlaráðið av góðum grundum einki hevur við at gera.


 

Lesið eisini grein á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum: Har var bert ein trumla og einki kjak