Á árliga vinnudegnum hjá Eysturkommunu, sum verður hósdagin 12. november, fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at tosa um leiðslu, motivatión og um at vinna “against all odds”.
Umboð fyri fyritøkur í Eysturkommunu fara eisini at hava framløgur, og eitt nú fer Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen Architects North Atlantic Sp/f at tosa um, hvussu tað er at vera partur av altjóða fyritøku við starvsfólkum úr fleiri londum á skrivstovuni í Syðrugøtu.
Tórheðin J. Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum í Gøtu, fer at hugleiða um, hvørja ávirkan ein nýskipan av fiskivinnuni fer at hava á teirra virksemi. Eisini fer Unn Laksá frá Syntesa at greiða frá einari norðurlendskari fiskivinnuætlan, sum kallast "Alt í land”. Verkætlanin skal kanna, hvussu meira kann fáast burtur úr tilfeinginum úr havinum.
Í Eysturkommunu vita tey at siga, at hesar framløgur verða seinnapartin hósdagin, og øll vinnuáhugað eru vælkomin at luttaka.
Fyrrapartin á degnum verður forvitnisligt skeið um marknaðarføring á netinum.
- Hetta skeið vendir sær til fyritøkur og einstaklingar, sum hava ein ítøkiligan áhuga at læra meira um, hvussu sosialir miðlar, eitt nú facebook og portalar, kunnu brúkast til at marknaðarføra vørur og tænastur, siga tey í Eysturkommunu.









