At vera virkin sum pensjónistur

Almennur fundur verður á Sýnini í Miðvági mikukvøldið, og á skránni verður evnið "Virkin sum longst".

Almennur fundur verður á Sýnini í Miðvági mikukvøldið 18. februar klokkan 19, og á skránni verður evnið "Virkin sum longst".

 

Tað verður Rósa Samuelsen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan fer Ann Rubeksen at hugleiða um, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum.

 

Jóhannus Ellefsen, formaður fyri bygginevndini, fer eisini at hava framløgu og lýsa umvælingararbeiði á Sýnini.

 

Eftir kaffisteðg fer Benadikta Ellingsgaard at greiða frá um rørslu og týdningin við rørslu, og síðan fer Poula Patursson at greiða frá um týdningin við kosti.

 

Lydia Laksafoss, forkvinna fyri Vága Pensjónistafelag, fer eisini at vísa á týdningin av at verða virkin.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Vága Pensjónistafelag, sum skipar fyri almenna fundinum á Sýnini mikukvøldið.