Hergeir Nielsen
Johan Dahl hevur í trimum skrivum skákað sær undan merkisverdu støðu síni í sambandi við narkosulæknan, sum hann feldi við Suðuroyar Sjúkrahús.
Ferðast er víða í hesum tjaki, og fara vit tí at taka saman um samanhangin í sjálvum málinum.
14. august 2006 hittust vit fýra Suðuroyartingmenn á fundi á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Sjálvur tók eg stig til fundin, og skrivaði felags niðurstøðu frá sama fundi, sum vit allir skrivaðu undir.
Har samdust vit um at krevja landsstýrismannin um sum skjótast at søkja játtan á eyka- ella komandi fíggjarlóg til Suðuroyar Sjúkrahús til ein medisinara, ein narkosulækna, Laminar Airflowskipanina og telefonvekslaran.
Narkosulæknin kom ikki á eykafíggjarlógina, hann kom ikki á fíggjarlógina og sum krúnuna á verkinum feldu Suðuroyartingmenninir til seinast okkara broytingaruppskot um henda lækna.
Hugstoytt var at síggja teir, sum vóru fyri, vera ímóti, tá tøk skuldu takast.
Minnir ikki einki um seinasta formansval í Sambandsflokkinum, tá tey, sum søgdu seg vera fyri einum ávísum formanni, vóru ímóti sama manni, tá ið atkvøtt varð.