Hin 6. mars frá klokkan 15-17 verður skipað fyri grannakaffi í bygdahúsinum í Miðvági, har borðreitt verður við kaffi, te og køkum.
Ymiskt verður eisini til undirhalds, og her fara John Johansen og Signar í Homrum at syngja og spæla nøkur løg, og tað fer Tórfríð Tausen eisini at gera.
Á tiltakinum í Miðvági fer Laila í Løðu at greiða frá, hvussu tað er at vera avvarðandi at krabbameinsraktari mammu.
Tað er starvsfólkið í Miðgarði, sum skipa fyri grannakaffinum í Miðvági, og tey siga, at øll eru hjartaliga vælkomin at stuðla tiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum.











