At vísa samfelagssinni

Til øll fakfeløg á almenna arbeiðasmarknaðinum

Góðu tit sum, ganga á odda fyri fakfelagsrørsluni innan almenna starvsøkið, latið tykkum ikki lumpa, ella rættari sagt, latið tey ikki lumpa okkum. Tey eru fíggjarmálaráðharrin Jóannes Ejdesgaard og hansara fólk. Sami maður, sum fyri fáum árum síðani segði, at nú var klassa­kamp­urin av, hóast gjógvin millum rík og fátøk alsmat gerst størri, eisini í okkara samfelagi.

Tað kann í fyrstu syftu kennast rættvíst at vísa samfelagssinni við at takka nei takk, til vunnu lønarhækkingina í oktober. Hetta tí lyfti eru frammi um, at so slepst undan skerjingum á almenna økinum.Tað trúgvi eg lítð uppá, eg eri stórliga bangin fyri, at um tit bukka og takka fyri tykkum nú, so koma vit at standa við bæði manglandi forvunn­um rættindum og við skerjingum innan økið.

Skerjingarnar seinastu árini hava longu rakt arbeiðið á almennu stovn­unum meint. Serliga eru samdøgursstovnar og ávísar tænastur innan almenna økið, har brúkarin hevur tørv á nógvari hjálp , hart rakt. Hetta kunnu vit ásanna og tað er ikki sørt, at starvsfólk í stóran mun geva sær sjálvum skuldina fyri hesar sparingar. Tá peikað verður á alment lønt starvsfólk sum kostn­aðarmiklasti postur í sam­felagnum, so fær ein ringa samvitsku og hevur hug at trekkja seg og siga, nei takk til longu forvunnin rættindi. Vit eiga ikki at taka á okkum skuldina fyri vánaligu fíggjarstýringina í landinum.

Vit eiga tvørturímóti at rætta ryggin og halda fast um tey rættindi vit hava samráðst okkum til. Vit eiga eisini at krevja, at politiska skipanin ikki turkar hesar avleiðingar av uppá okkum. Eg trúgvi at tað eru leiðarar innan almennu skipanina, sum vóna, at eingin lønarhækk­an verður í heyst, tí so standa teir eftir við einum enn størri trupulleika enn nú, nevniliga við trupulleik­anum av at reka stovnarnar forsvarliga. Tað er eingin ivi um, at tænastan til brúkaran innan almennu skipanina er verri nú enn áðrenn.

Trupult er síggja hvussu vit loysa hendan trupul­leikan, men hann verður ikki loystur av vit siga nei takk, til lønarhækkan. Tvørturímóti koma vit at ásanna, at vit til tjúgund og síðst standa eftur við einum tvíeggjaðum svøri.

Við vón um, at fak­felags­rørslan stendur saman og vísur sína styki nú á stendur.