At ummæla list

At ummæla í okkara lítla landi kann vera vandamikið. Tú útsetur teg sum persón, tína útbúgving og alt tað, tú stendur fyri. Tað verður øllum loyvt, at kasta runubløk eftir tær

Eg fari at loyva mær at takka einum av okkara ídnu ummælarum. Ein, ið torir at siga sína meining. Ein, ið grundar sína meting á millum annað sína hollu útbúgving innan list og so sín kærleika til listina. Eg tosi um okkara ótroyttuliga listaummælara Kinnu Poulsen. Tú kanst vera samd ella ósamd við tí, hon skrivar. Men har er altíð nakað at taka støðu til. Stoff til eftirtanka. Nakað, ið kann fáa okkum at síggja, hyggja á annan hátt enn vit plaga, fær okkum at tosa um list, at kjakast. Ja, enntá at øsa okkum um list. So...túsund takk fyri Kinna.

Halt áfram at øsa okkum!