At turka og at bleikja

Í eini samrøðu í Barnaútvarpinum nú mánadagin var sangurin »Meg minnist eina mynd« eftir H. A. Djurhuus umrøddur. Annað ørindi í sanginum ljóðar soleiðis:

 

Í bønum á blik løgdu gentur løk,

og roykurin rak yvir grasgrøn tøk,

hvør klettur sum skarlak litaður var,

og krúnu av támi tindurin bar.

 

Spurdur var undirritaði so óskettin at siga, at konur løgdu klæðir »á blik« við tí endamáli at turka tey. Fólk hava ringt til mín og gjørt vart við, at hetta er skeivt. Og rætt hava tey.

Tá ið fólk løgdu klæðir á blik var tað til at bleikja tey.

Orsakið mistakið.