At útseta avgerðina er tað ringasta

Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, er spent til borgarafundin, sum verður í kvøld. Hon heldur, at tað ringasta, sum landsmyndugleikarnir kunnu gera, er at útseta endaligu avgerðina um farleiðina

Leirvík

Nú borgarafundur verður í Leirvík í kvøld um vegaføringina í sambandi við Norðoyatunnilin, hevur Sosialurin biðið Teknistovuna í Gøtu um loyvi at prentað nakrar myndir, sum lýsa verkætlanina, ið teir hava teknað.
Henda ætlan við vegi í hvørjum enda og tunli omanfyri virkini hevur verið nógv frammi seinastu mánaðirnar, og ymiskar metingar hava verið um, hvat ætlanin fer at kosta at fremja í verki.
Vit hildu, at fólk eiga at fáa høvi at síggja ein part av verkætlanini á prenti, og hava vit soleiðis útvegað okkum seinastu tekningarnar, sum Teknistovan í Gøtu hevur gjørt.
Metingarnar um, hvat ætlanin við vegi og tunli kemur at kosta, hava verið rættiliga ymiskar. Talan hevur verið um tøl, heilt úr 150 miljónum krónum niður í 87 miljónir krónur.
Í talinum upp á 87 miljónir krónur er tó alt ikki tikið við, eitt nú endurgjald fyri neyst, sum mugu takast burtur, endurgjald fyri jørð og kostnaður av eftirliti.
Tað er NCC og J & K Petersen, sum hava sagt seg kunna fremja sonevndu fjøruloysnina við tunli fyri eina munandi minni upphædd enn hana, sum Landsverk er komin til.

Spentur borgarstjóri
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, vísir á, at NCC og J & K Petersen hava drúgvar royndir við tunnilsbyggingum og vegagerð, og tí ivast Leirvíkar kommuna ikki í, at feløgini megna at fremja verkætlanina fyri ta upphædd, teir siga.
Hon sigur seg vera spenta til borgarafundin í kvøld, og ivast ikki í, at hetta verður ein góður og gevandi fundur.
- Tað ringasta, sum kann henda við ætlaðu vegaføringini í Leirvík, er, at stígur kemur í málið, nú Norðoyatunnilin skjótt letur upp.
Fríðgerð vísir á, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, hevur róð uppundir at útseta avgerðina um, hvørja loysn hann fer at mæla løgtinginum til at samtykkja.
- Hetta málið hevur nú drigið so langt út, at politiski myndugleikin noyðist at koma til eina endaliga niðurstøðu.

Tveir møguleikar
Hon vísir á, at tað, sum landsstýrismaðurin hevur at taka støðu til, er einmælta samtyktin hjá bygdaráðnum í Leirvík um fjøruloysnina við tunli  og so uppskotið hjá Landsverki um veg omanfyri Leirvíkar bygd og niðanfyri bygdarhúsið.
- Eg ivist onga løtu í, at flestu leirvíkingar taka undir við eini tunnilsloysn, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri.