At tosa við onnur minkar um ótta

- At tosa við onnur í somu støðu, sum tú sjálv/-ur ert í, økir um lívsmót og lívsgóðsku, sigur Krabbameinsfelagið

 

Mikudagin 15 juni fer Krabbameinsfelagið undir eitt nýtt tilboð, sum felagið ætlar skal verða afturvendandi. Talan er um tilboðið - Opið hús - sum er ætlað fólki, ið hava ella hava havt krabbamein.

 

Henda dagin verður opið í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn frá klokkan 13-15.

 

Høvi verður at støkka inn á gólvið til ein drekkamunn, prát við onnur í somu støðu - ella við starvsfólk hjá felagnum, um tørvur er á tí.

 

Krabbameinsfelagið vísir á, at tað at hitta onnur í líknandi støðu, sum tú sjálv/-ur ert í, kann gera stóran mun, tí royndirnar vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar.

 

- Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska verða størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari, sigur felagið.