At tú troystar tær, Jógvan!

Í bløðunum í farnu viku skrivar Jógvan á Lakjuni um at vera virðiligur og um etiskar reglur. Hann skuldi heldur tagt. Eg havi á egnum kroppi merkt, hvussu sosialpolitikkur Jógvans roynist í verki. Jógvan á Lakjuni er bæði kaldur og kyniskur og eisini óreiðiligur í sínum starvi. Enntá meðan eg lá á Ríkissjúkrahúsinum kom ein hóttan um uppsøgn í telduposti frá Mentamálaráðnum.

Orsaka av ósakligu viðgerð Mentamálaráðsins, ið hevur ein stóran gegnistrupulleika, er mál mítt enn ikki endaliga avgreitt. Málið verður nú latið løgmanni.

Jógvan á Lakjuni er als ikki tann skikkiligi og “góði” politikarin, sum hann roynir at geva Føroya fólki fatan av. Nøkur fá dømi:

Tilvitað krógvar hann skjøl fyri løgtinginum, fyri at sannleikin ikki skal koma fram í einum máli. Skjølini eru avgerandi prógv í málinum. Samstundis boðar hann Føroya fólki frá, at hann ynskir allan sannleikan á borðið. Slíkt er óreiðiligt. Sambært lógini um ábyrgd landsstýrismanna kann ein landsstýrismaður fáa upp í tvey ára fongsul fyri slíkt lógarbrot.

Hann hevur eisini lokkað meg á loynifund tann 27. juli 2005 á privatum øki uttan um allar sínar embætismenn, fyri síðani at ákæra meg fyri at hava vent mær til yvirskipaða myndugleikan í øðrum føri. Sera óreiðiligt, Jógvan! Á hesum fundi las hann øll tey 8 skjølini, sum hann seinni krógvaði fyri løgtinginum.

Eisini sigur hann í fleiri førum ósatt fyri Løgtingsins Umboðsmanni m. a. fyri at sleppa undan at taka eitt mál uppaftur til viðgerðar. Eg havi kravt hann persónliga eftir eini frágreiðing, men hann svarar ikki. Hann man eisini eiga tað føroyska metið í átalum frá Umboðsmanninum; ikki serliga virðiligt. Flestu átalurnar eru fyri harðrenda viðferð av starvsfólki.

Tú byggir ikki land við myrkaspæli og loynifundum av slagnum “non existing meeting”, sum eg eisini havi upplivað, at hann skipar fyri.

Tað undrar ikki meg, at fólk venda sær frá tí politikki, ið Jógvan á Lakjuni umboðar.

24.09.2007