Teitur Lassen var ein teirra, sum fekk høvi at halda eina røðu á ársins útgávu av Ted Talks.
Á heimasíðu síni sigur Teitur Lassen, at hann spældi nakrar sangir og síðani tosaði um tað at deila.
Sangirnir hann spældi vóru The Singer, I Was Just Thinking og Home.
Teitur Lassen greiddi frá, at í Føroyum fyllir sangurin nógv, serliga tá føroyingar samlast til ymisk tiltøk. Sjálvur lærdi hann seg hesar sangirnar og tá hann var 13 ára gamal, byrjaði hann at skriva sínar egnu sangir. Sum 17 ára gamal hevði hann longu skrivað yvir 100 sangir, og soleiðis gjørdist hann tað, hann er í dag.
- At syngja er at deila. Um tú ikki deilir, tá tú syngur, gerst tú einans raddarfimleik. Fyri at syngja, mást tú inniliga kenna tað, tú syngur um. Tú mást deila av tínum innliti og geva ein part av tær sjálvum, segði Teitur Lassen.
Hann segði víðari, at hann leitaði eftir hesum møguleikunum at deila í øllum hann gjørdi, sá og upplivdi.
- Eg trúgvi, at tá vit skapa okkurt, skulu vit meta um okkara orsøkir til tess og tryggja okkum, at vit hava okkurt satt at deila. Einans sannir sangar hava varandi virði, segði Teitur Lassen í røðu síni.