At standa á brimfjøl: Veðrið er avgerandi

Tveir føroyingar greiða í sjónbandi frá um umstøðurnar at standa á brimfjøl í Føroyum

Tjørnuvík er staðið, mann skal fara í Føroyum, um mann ynskir at standa á brimfjøl. Tað ber eisini til aðrastaðni, men Tjørnuvík hevur seinastu fáu árini fingið ein serligan status sum bygdin, mann surfar í. Umstøðurnar at standa á brimfjøl í Tjørnuvík eru góðar, og har eru ofta góðar aldur. 

 

Tveir føroyingar, ið eru vanir at surfa í Tjørnuvík, eru Armgarð Mortensen og Óðinn Johansen. Tey greiða í sjónbandinum oman fyri frá teirra upplivingum við at standa á brimfjøl í Føroyum. Tey vísa á, at mann í Føroyum ikki altíð kann klatra og gera tað, sum krevur gott veður. Men tað ber til at surfa, hóast mann ongantíð kann vera heilt vísur í at fanga ta røttu alduna. 

 

- Tað er eitt nokkso ókontrollerað umhvørvi, mann er í. Tað er tað, sum ger tað so feitt. Tú hevur fjøllini, stórar aldur, vind og knappliga kemur heglingur, so alt fer á flog, men knappliga verður alt stilt aftur, sigur Óðinn í sjónbandinum. 

 

- Tað er ordiliga lekkurt at vera eitt við náttúruna, lesa aldurnar og veðrið og so bara fáa so nógv sum yvirhøvur gjørligt burturúr degnum, sigur Armgarð.

 

Omanfyri ber til at síggja sjónbandið, sum brúkarin Inuitpirat hevur lagt út á YouTube.