- At stama oyðilegði mítt lív

Nógv kend fólk kring allan heimin hava gjøgnum tíðirnar stamað, m.a. rithøvundurin Sommerset Maugham, ið eigur orðini omanfyri. Ein annar stamari er okkara egni, vinnunlívsmaðurin Johan Páll Joensen úr Klaksvík, sum í vikuni hevur boðið til fundar í einum teknikki, sum lættir munandi um hjá stamarum.

- Eg havi stamað alt mítt lív. Hetta hevur ikki altíð verið so lætt. Men spurningurin hevur alla tíðina verið: Kundi nakað gerast fyri hetta?
Ein teirra, sum hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum, tá tað hevur snúð seg um fiskivinnu á sjógvi og landi er Johan Páll Joensen úr Klaksvík.
Hann hevur havt sínar meiningar um ymisk viðurskifti, men hevur alla tíðina verið darvaður av at hann stamar.
Men Johan Páll fann eina loysn, sum hevur hjálpt honum væl á veg við staming síni. Henda hjálpin kom til hansara gjøgnum ein serstakan teknikk, kallaður McGurie-teknikkurin, sum er væl kendur við góðum úrslitum kring allan heimin.
Men Johan Páll ynskti ikki bara at halda hesa vitanina fyri seg sjálvan, og tí hevur hann boðið til almennar fundir í Havn og Klaksvík hesa vikuna.

Skeið í Noregi
Fyri einum ári síðani avgjørdi Johan Páll at nú mátti okkurt gerast við trupulleikan. Hann fór út at rógva á alnótini, og mín sann um hann ikki hevði eydnuna við sær.
Hann kom fram á tvey ting: Eina heimasíðu, har víst varð á møguleikan fyri einum skeiði til stamarar, sum kundi verða teimum til stóra hjálp, eins og hann sá eina sending sum varð send í svenskum sjónvarpi um staming.
Hann gjørdi ikki mætari enn at hann meldaði seg til eitt skeið í McGurie-teknikkinum, sum varð hildið í Oslo á sumri í fjør, og í oktober mánaði var hann aftur á sama skeiðnum.
Nú er so ætlan hansara at geva øðrum føroyingum lut í hesi vitanini og í hesum teknikkinum, og tí boðar hann til almennar fundir í MBF-húsinum í Havn hósdagin og á Sjómansskúlanum í Klaksvík fríggjadagin í hesi vikuni.
Við á fundinum verða tveir danir, ið sjálvir hava roynt henda teknikkin við sera góðum úrsliti. Og verður undirtøkan nóg stór og áhugin er til tess, er ikki óhugsandi at hesir fundirnir fara at føra til stovnanina av einum stuðulsfelagið fyri stamarar í Føroyum.
Fundirnir eru almennir, og tí kann hugsast at bæði stamarar, avvarðandi hjá stamarum, lærarar, sálarfrøðingar og onnur fara at vísa tiltakinum áhuga.

Tí tigur Mr. Bean
Gjøgnum tíðirnar hava nógvir vælkendir persónar stamað - millum hesar teljast sjónleikarkvinnan Marylin Monroe, rithøvundurin Sommerset Maugham, politikkarin Winston Churchill og aktionhetjan Bruce Willis.
Sommerset Maugham var rættiliga illa plágaður av staming síni, og tí var hann ofta í sera ringum hýri. Eina av hesum løtum skrivaði hann: "Kundi eg liva lív mítt umaftur, vildi eg siga: Aldri aftur. Eg hevði alt ímóti mær. Eg stamaði, og hon oyðilegði alt fyri meg. Tey flentu eftir mær, tí eg stamaði".
Ein annar kendur sjónleikari, ið vanliga ikki tosar so nógv í filmunum, og sum eisini er stamari, er eingin verri enn Rowan Atkinson. Tí skilja vit kanska, hví hann ikki er so mælskur, tá hann spælir Mr. Bean!