At stýra einum landi krevur eina stjórn

Yvirlýsing frá landsfundi Miðfloksins 2010

Vegna Miðflokkin, Jenis av Rana
----


Aftan á nevndarvalið á landsfundinum hava kvinnurnar yvirvág í floksstjórn Miðfloksins. Umframt flokstjórnarleiðaran Charlottu á Váli Olsen eru Mia av Kák Joensen og Sólfríð Heinesen nývaldar í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru Poul Jóhan Djurhuus og Jenis av Rana, sum er floksformaður. Varalimir í nevndini eru Kaj Otto Frederiksberg, Arni K. Abrahamsen, Frank Jacobsen og Vinjard Johansen.

Samgongan eigur at leggja frá sær
Landsfundurin staðfestir, at politiska ómegdin í samgonguni lættliga kann føra samfelagið á ørmundarhús. Tá tað enntá frá samgongufólki er vanligt at hoyra, at ongin politisk leiðsla er, ongin búskaparstýring og ongar miðvísar framtíðarætlanir, er tíðin komin hjá samgonguflokkunum at viðganga veruleikan og leggja frá sær.
Landsfundurin metir at talan í dag er um búskaparliga undantaksstøðu. Nú er neyðugt, at ábyrgdarfullir politikkarar skipa eina bjargingarstjórn. Miðflokkurin er fúsur og tilreiðar at verða við í slíkari.

Almenni bygnaðurin má broytast.
Neyðugt er at broyta almenna bygnaðin, tí yvirbygnaðurin er ov stórur. Ov langt er frá leiðslu til brúkarar, og mong millumlið kunnu sparast burtur, uttan at tænastur gerast verri. Almenn arbeiðspláss eiga ikki at verða brúkt at lokka vælútbúgvin fólk heimaftur, um úrslitið er, at nýggj millumleiðarastørv verða stovnað við øktari byrðu fyri skattgjaldaran sum úrslit.
Landsfundurin frámælir samanleggingum av stovnum, skúlum kommunum v.m., uttan at grundleggjandi kanningar av møguligum fylgjum fyrst liggja á borðinum.

Stuðul til løgtingsmenn floksins.
Landsfundurin byggir garð um førda flokspolitikkin og heitir á menn og kvinnur um at verða við at menna Miðflokkin á tí trygga grundarstøði, sum orð Guds leggur. Eitt støði sum er óheft av altíð skiftandi og ótrygga tíðarrákinum.
Landsfundurin tekur fult undir við royndunum at fáa rættartrygdina hjá ófødda barninum staðfesta í nýggju føroysku grundlógini.
Somuleiðis fegnast landsfundurin um ta sólskinsøgu, sum politiski kvøldskúlin er og heitir á floksstjórnina um at umhugsa framhald og møguliga útbyggging av hesum.

Ríkidømið má raðfestast rætt!
Landsfundurin heitir á politiska myndugleikan um at áseta eitt fátækramark og harmast ágangin móti teimum á niðastu rókum samfelagsins seinasta árið.
Somuleiðis harmast fundarfólkið avtøkuna av stuðlinum til vitaminir, mineralir og annað neyðugt kostískoyti til okkara eldru, uppskotið um at áleggja foreldrum at børnum við likamligari ella sálarligari sjúku ella breki at gjalda heilivág sín, og broytta egingjaldið fyri heilivág. Her er talan um einvísa undirgraving av vælferðarsamfelagnum og veikastu borgarum tess.
Landsfundurin heitir á heilsumálaráharran um at bjóða øllum føringum ílegukanningar fyri sjúkuna CTD og at veita berarum av hesari hættisligu sjúku stuðul til carnitinviðgerina.

Familjuvinarligur skattapolitikkur
Landsfundurin mælir politiska myndugleikanum til broytingar í skattaskipanini, so hendan ikki framhaldandi eggjar til at liva saman ógift. Ágangurin á familjuna sum kjarni samfelagsins er størri enn nakrantíð, og tí eiga vit bæði í skatta- og rættindapolitikki at verja støðu hjúnarbandsins.

Burðardygg og etisk fiskiveiða
Landsfundurin tekur undir við at fremja bygnaðarligar broytingar í fiskivinnuni. Virkast má fyri burðardyggari og etiskari veiðu innan øll øki. Neyðugt er at taka lívfrøðiligu ráðgevingina í álvara. Botnfiskaveiðan er á søguliga lágum støði, tí gramni og ótol hevur í alt ov stóran mun stýrt politiskum avgerðum. Áhugamál eiga ikki at skugga fyri yvirskipaðum og skilagóðari stýring.

Allir borgarar eiga at hava somu sømdir.
Landsfundurin heitir á landsmyndugleikarnar um at fremja rættvísi í ætlaðu broytingunum í MVG-lógini. Í framlagda uppskotinum er talan um brot á grundleggjandi siðvenju um eins viðferð av borgarum, nú ætlanin er at frítaka nýbygging av ítróttar- og mentanarhúsum fyri MVG, uttan at veita kirkju- og samkomuhúsum somu sømdir.

Kringvarpsgjald
Landsfundurin mælir enn einaferð til at taka av tvangskravda kringvarpsgjaldið. Landsfundurin mótmælir, at ávís fjølmiðlafólk sleppa at brúka almennar miðlar til miðvíst at bera fram persónlig sjónarmið og áhugamál.