At spæla er eisini at røra seg

Rørsla mennir barnið. Bæði, tá ræður um vøddar og styrki í liðum, men eisini, tá ræður um javnvág, samskipan og samspæl.

- At røra seg er eitt av átta kostráðunum og ein týdningarmikil partur av einum heilsugóðum lívi hjá børnum og vaksnum.

 

Tað sigur Gigni, sum vísir til danska Heilsustýrið, ið mælir til, at øll børn røra seg í minsta lagi 60 minuttir dagliga, meðan vaksin eiga at røra seg í minsta lagi 30 minuttir dagliga.

 

Gigni veitir heilsufrøði til børn og ung.

 

- Rørsla á ymiskan hátt mennir barnið. Bæði, tá ræður um vøddar og styrki í liðum, men eisini, tá ræður um javnvág, samskipan, samspæl og annað.

 

Lagt verður aftrat, at børn røra seg einamest við at spæla, og tað er eisini týdningarmikið, at rørsla í mestan mun kennist sum eitt spæl fyri barnið.

 

- Tað er týdningarmikið, at barnið kann hava tað stuttligt, meðan tað rørir seg, og tí eru ymisk rørsluspøl væl hóskandi. 

 

Gigni heldur, at tað at spæla ymisk spøl úti er eisini eitt gott høvið hjá børnum og vaksnum at hava góðar felagsløtur eins og at menna samspælið. 

 

- Vit ynskja tí at seta sjóneykuna á ymisk spøl, sum umframt at vera stuttlig at spæla, eisini viðføra, at børn og vaksin eru likamliga virkin.