At smíða, meðan jarnið er heitt

- Eg vóni, at Útoyggjafelagnum verður lív lagað, og at tiltakið, sum seinasta ár var í Skúvoy og hesaferð er í Kalsoynni, verður eitt afturvendandi árligt tiltak, segði Signhild Joensen, sum er umboðsráðslimur í Útoyggjafelagnum fyri Trøllanes


Útoyggjastevnan

Tað var Signhild Joensen, ið er ættað úr Klaksvík, men gift og búsitandi á Trøllanesi, sum seinasta leygardag bjóðaði vælkomin, áðrenn Útoyggjastevnan í Kalsoynni varð sett av Finnboga Ísaksyni á Trøllanesi hendan dagin.
  Signhild er umboðsráðslimur í Útoyggjafelagnum, har hon umboðar Trøllanes.
  - Tað er mær ein stórur heiður og ein stór gleði at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin higar í dag. Tað er hugnaligt, at tit eru møtt so fjølment til hetta tiltak.
  Hon segði, at tá ið Útoyggjafelagið hevði fund í Havn fyrst í mars mánaða í ár, varð samtykt at hava næsta aðalfundin hjá felagnum í Kalsoynni.
  - Og so varð at smíðja, meðan jarnið var heitt. Vit avgjørdu at nýta hetta høvi til eisini at reisa á føtur eina bygda/oyggjastevnu, nú høvið beyðst.

Um viljin er?

Signhild helt fyri, at onkuntíð kann tað vera gott at taka eina avgerð, áðrenn tú kennir avleiðingarnar av henni.
  - Tí, høvdu vit vitað, at hetta tiltak fór at gerast so stórsligið, høvdu vit helst hugsað okkum um meira enn einaferð. Men líkamikið. Eru vit fá, so ber tað kortini eisini til ? bert viljin er til staðar.
  Unga húsmóðirin, sum saman við manni sínum, Mikkjali, eigur 5 børn, segði seg vóna, at dagurin í Kalsoynni fór at gerast minnisríkur, har vinir og kenningar hittast, og fólk fara knýta nýggj vinarbond.
  - Eg vóni, at hesin dagurin fer at eydnast væl fyri okkum øll ? og ikki minst fyri okkara gestir, ið hava leitað sær í Kalsoynna í dag.
  At enda segði Signhild Joensen seg vóna, at Útoyggjafelagnum verður lív lagað og at tiltakið, sum seinasta ár var í Skúvoy og hesaferð er í Kalsoynni, verður eitt afturvendandi árligt tiltak.