At skriva er at liva

?At skriva er at liva?. Soleiðis eitur skriviskeið, sum í november mánaði verður hildið á Føroya fólkaháskúla. ?At skriva er at liva? er eitt skeið í kreativari skriving, har tú sum luttakari sleppur at arbeiða við ymsum tekstsløgum. Millum annað sleppur tú at royna teg í at skriva ritroyndir (essay), prosa og lýrikk, og hvønn skeiðsdag eru øll við í kjaki um tekstirnar. Tey luttakandi fáa ymiskar venjingar í ymsum tekstsløgum at gera heima, og hartil styttri venjingar at gera á staðnum.

Tað eru teir báðir ritstjórarnir á skaldskaparritinum Vencili, Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður M. Rasmussen, sum standa fyri skeiðinum.

Endamálið við skeiðinum er at fáa ung sum gomul at vilja og at menna seg til at skriva tað besta fram í einum teksti, og at eggja uppundir at hugsa um tey bókmentaligu amboð, sum krevjast, skal ein tekstur gerast góður. Tá ið skeiðið er av, eigur tú hvønn dag at kunna finna fram skaldsligar orðingar um øll lívsins viðurskifti.

?At skriva er at liva? byrjar 5. november, og verður í tríggjar vikur fram til hósdagin 22. november, mánakvøld og hóskvøld, tríggjar tímar hvørt kvøld. Farið verður í gongd skeiðsdagarnar klokkan 19:30.

Tað er einans pláss fyri 10 luttakarum á skeiðinum. Einasta treyt fyri at kunna vera við er, at tú ikki hevur givið nakað út frammanundan, men hevur ein brennandi vilja at skriva. Skeiðið kostar 1.100 krónur. Tekna teg á telefon 26 01 26 ella 21 90 76 sum skjótast.