At skjóta í flokk sleppur teimum seku undan

- Svar til fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum

Vit í Tjóðveldi fegnast um, at fakfeløgini á almenn arbeiðsmarknaðinum hava tikið seg saman í samstarv. Okkum líkar sera væl, at fakfeløgini eru farin virkin fram á torg við lýsingum og átøkum, sum gera upp við fordómar um alment sett, og vísa á týdningin av teimum tænastum og tí arbeiði, sum útint verður hjá tí almenna.

Umboð fyri fakfeløgini og samtakið eru eisini farin virkin fram og mótmæla framferð landsstýrisins í lønarsamráðingunum. Tað er júst teirra rættur.

Men nú eftirlýsa fakfeløgini eisini støðuni hjá andstøðuni til lønarsamráðingarnar. Tað undrast vit stórliga á.

Eisini hava vit sæð umboð fyri fakfelagssamstarvið traðka fram alment og skjóta eftir øllum politiskum flokkum og leggja teir undir ikki at virða fakfelagsrættindi. Tað halda vit vera serstakliga ósakligt.

(Í einum innleggi, ið eg havi sett á heimasíðuna samstarv.org – og á alnetið annars – havi eg lagt fakfeløgini undir partapolitiskt spunasmið í sambandi við hetta málið. Eg taki hesar ákærur aftur. Tær vóru ikki undirbygdar og sakligar, og eg biði um umbering fyri tað).

Niðanfyri skal eg tí gera støðuna hjá Tjóðveldi greiða til hesi seinastu útspæl frá umboðum fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, og seta nakrar spurningar, sum eg vóni at fáa svaraðar frá fakfeløgunum:

1. Leggja okkum ikki út í lønarsamráðingar
Í fyrsta lagi skal gerast greitt, at Tjóðveldi ikki undir nøkrum umstøðum fer at leggja seg út í lønarsamráðingarnar við politiskum boðum. Hvørki millum almennar myndugleikar og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tíansheldur á privata arbeiðsmarknaðinum. Júst hetta halda vit vera kjarnina í tí frælsa samráðingarrættinum. Og líka so lítið, sum politiskir flokkar við politiskum amboðum og samtyktum skulu krevja lønarsteðg ella verri treytir hjá fakbólkum (sum mangir hava havt hug og lyndi til). Líka so lítið fara vit sum politiskur flokkur at krevja lønir upp og betringar gjørdur hjá fakbólkum. Tað má og skal vera ein samráðingarspurningur millum partarnar við teimum amboðum, sum skipa rættindini á arbeiðsmarknaðinum.

Vit hava tískil ilt við at skilja, hví fakfeløgini heita á politisku flokkarnar um at fara upp í samráðingarnar á henda hátt. Vit halda, at hetta kann álvarsliga koma vunnum rættindum og støðuni hjá fakfeløgum og samráðingarrætti aftur um brekkur. Vit halda, at hetta er at flyta samráðingar inn í Løgtingið, og tað hava vit lært royndirnar av. Er tað hetta fakfeløgini ynskja?

Eg skal eisini sláa fast, at um vit meta valdsmisnýtslu fara fram hjá landsstýrisfólki og teimum myndugleikum, sum samráðast vegna tað almenna, taka vit sjálvsagt málið upp í politisku skipanini og krevja avleiðingar.

2. Góðtaki ikki at ábyrgdin verður kollektiviserað
Í øðrum lagi vil eg leggja dent á, at eg haldi tað vera ómetaliga ósakligt og grovt av umboðum fyri fakfeløgini at sleingja út, at ongin flokkur virðir fakfelagsrættindini. Hetta vil eg ikki finna meg í vegna Tjóðveldi. Og vóni ikki, at hetta er almenn útmelding fyri Samstarv.

Kenni tað soleiðis, at fakfelagssamstarvið á henda hátt verður nýtt til at taka ábyrgdina frá teimum politikarum, ið sita við valdið og hava ábyrgd fyri samráðingunum við fakfeløgini. Vit hava verið von við tað áður frá privata arbeiðsmarknaðinum, at fakfelagsleiðarar leggja hart eftir landsstýrinum og landsstýrisfólkum, tá vit í Tjóðveldi hava sitið við valdið. Og tað er í fínasta lagi og uppá sítt pláss, tí vit hava tá ábyrgdina av samráðingunum og øðrum átøkum, sum ávirka arbeiðsmarknaðin.

Men so skjótt vit koma í andstøðu, so eru tað altíð “allir politikararnir og allir flokkarnir”.

Og hetta síggja vit so tíverri afur nú. Allir politiskir flokkar verða koyrdir í sama posa og ábyrgdaðir fyri avgerðir hjá einum landsstýri og hjá landsstýrisfólkum, sum hava tveir triðingar av tinginum aftanfyri seg og kunnu avgera alt einsamøll.

Hvat er endamálið við tí at skjóta í flokk, tá ein er ónøgdur við framferðina hjá teimum flokkum og fólkum, sum hava barst seg fram til at hava valdið og avgerðirnar og halda øðrum burtur frá tí?

Hvønn boðskap sendir hetta til eitt samfelag, har vit eru so von við at kollektivisera ábyrgdina, so ongin stendur til svars?

Lurtið bert eftir tosinum millum fólk í dag: “Allir politikararnir eru so og so...”, verður sagt. Gerðirnar hjá einum landsstýri og einstøkum landsstýrisfólkum, verða lagdar út sum ábyrgd hjá øllum. Og harvið verður álitið máað burtur á alla ta fólkaræðisligu skipanina.

Er tað hendan boðskap, fakfelagssamtakið vil senda Føroya fólki?

Og hava fakfeløgini hugsað um, at júst hetta við at skjóta í flokk og geva øllum skyldina fyri viðurskifti, ein er ónøgdur við, er kanska tað sum júst alment sett stríðast við?

At søgur ganga um onkran, sum hevur fingið vánaliga viðferð hjá einum almennum myndugleika, og so siga fólk: Øll alment sett eru so og so...?

Ella onkur hevur havt vánaliga undirvísing, og so eru allir lærarar knappliga dovnir?

Tá ið skotið verður í flokk, rakar ein jú sjáldan tann, ið eigur at rakast. Hinvegin sleppa tey, ið eiga at taka ábyrgdina, at leggja hana frá sær.

Vóni, at onkur vil svara mær hesum – og vil annars ynskja fakfelagssamtakinum góða eydnu í týdningarmikla starvinum.

At enda vóni eg, at at fakfeløgini vilja finnast at politikkinum hjá Tjóðveldinum og teimum uppskotum, hugsjónum og samtyktum vit leggja fram og hava ábyrgd av.

Tí júst tí hava vit sanniliga brúk fyri og skulu ábyrgdast fyri.