Hinvegin kunnu vit ikki góðtaka at vera verri sett enn onnur, sum ósjálvboðin gerast partur av einum verkfalli. Soleiðis hevur støðan verið í mong ár hjá okkum føroyingum, sum ikki hava fast samband við meginøkið. Tað kemur tí ikki óvart á nakran, at støðan ikki longur verður góðtikin. Samanborið við umstøðurnar har vegasamband er, er dagliga frælsi okkara at flyta seg avmarkað. Tá verkfall er, gerst støðan snøgt sagt ótolandi.
Vit heita tí inniliga á feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, um at hava somu virðing fyri samferðslurættindum okkara, sum vit hava fyri rættindum tykkara á frælsa arbeiðsmarknaðinum. Vit eru bert eini 15 % av borgarunum í landinum, og niðurløgd samferðsla, er sum steinur omaná byrðu. Nógmikið er sum gongur ímóti sum er.
Latið tyrlurnar og skipini hjá Strandfaraskipum Landsins sigla, hóast tit velja at leggja arbeiðið niður eina tíð.
Virðingamest
Sandoyar Tjóðveldisfelag
Kristian Oskar Henriksen, formaður Elisabeth Myllhamar Maiken Krabenhøft Eli Hansen
Páll á Reynatúgvu










