At savnast til gamans og álvara

Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, ynskir øllum vælkomnum til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag og til hátíðarhald hjá Klaksvíkar kommunu Eftir at árligi summarfestivalurin var í Klaksvík í farnu viku, stendur Klaksvíkin aftur hetta vikuskifti sum vertur fyri Føroya Sjómannadegi, samstundis sum Klaksvíkar kommuna hátíðarheldur 100 ára dagin sum sjálvstøðug kommuna.

- Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna og okkara berandi vinna í samfelagnum. Tað var hon, sum skapti ta rúkandi menning og tann vøkstur, sum okkara samfelag var fyri í farnu øld.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, heldur, at tað hevði verið soltið í mongum føroyskum heimi, um vit ikki høvdu okkara fiskimenn og fiskafólk.

- Hóast flest allir føroyingar enn í dag munnu hava forstáilsi og innlit, er kortini eingin ivi um, at partur av unga ættarliðnum hevur tørv á at verða kunnað um tað lív og tær mangan skiftandi umstøður, sum okkara sjófólk hava starvast undir.

Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at Føroya Sjómannadagur er eitt gott høvi hjá okkara sjófólki at savnast á einum staði, bæði til gamans og álvara, har høvi er hjá teimum at njóta samveruna við hvønn annan.

- Við Føroya Sjómannadegi hevur Føroya fólk fingið eina øðrvísi hátíð fyri alla tjóðina ? eina hátíð, sum liggur á røttum staði og í viðkomandi umhvørvi í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði.

Steinbjørn O. Jacobsen sigur seg vóna, at dagurin í dag ? eins og undanfarin ár - verður spennandi og ógloymandi, bæði hjá børnum og vaksnum, og at hesin dagur fer at skapa enn størri áhuga hjá okkara ungdómi at royna seg í okkara høvuðsvinnu.