At samgongan kemur sær

ÓTRYGGLEIKI Fíggjarliga eru fyritíðarpensjónistar nógv verri fyri enn aðrir lønarbólkar, men verður nýggjasta ætlanin hjá samgonguni sett í verk, verður støðan uppaftur verri

- Nú verða umstøðurnar hjá fyritíðarpensjónistum enn verri enn tær eru nú.
Tað staðfestir Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF
Tað, sum felagið sipar til, er ætlanin hjá samgonguni at avtaka skipanina, har almannaveitingar automatiskt hækka 3% um árið fyri at byrgja upp fyri prísvøkstrinum í samfelagnum
Leila Solmunde, forkvinna í MBF, sigur, at tey undrast á at vælferðarsamfelagið Føroyar yvirhøvur kemur sær at leggja eitt uppskot sum hetta fram
- Samstundis, sum hetta verður gjørt, eru eisini fleiri brúkaragjøld ásett, umframt at arbeiðarafeløgini nýliga hava fingið lønarhækking.
Tvey dømi um brúkaragjøld eru, at í ávísum føri er tilskot til heilivág minkað og nú skulu fólk, sum hava brúk fyri hoyritóli, sjálvi betala 2000 krónur fyri hvørt hoyritól, ella tilsamans 4000 krónur fyri eitt sett til bæði oyruni.
- Samstundis er rákið tann vegin, at fleiri og fleiri brúkaragjøld verða áløgd.
Hon leggur afturat, at fyri fáum árum síðani varð automatiska hækkingin 4%, men so varð hon skerd niður í 3% og nú er so ætlanin at avtaka hana heilt.

Nógv verri fyri
Forkvinnan í MBF minnir á, at ein livikorskanning, sum varð gjørd í 2007, vísir, at samanborið við inntøkustøðið í føroyska samfelagnum sum heild, eru fyritíðarpensionistar fíggjarliga nógv verri fyri.
- Tað gerst ikki betur av, at størsti parturin av fyritíðarpensionistum bara fáa miðalpensión, ið er væl lægri enn ein vanlig arbeiðaraløn.
- Ein avleiðing av hesum er, at í ávísum føri kunnu livikorini hjá fyritíðarpensjónistum sammetast við fátækadømi.
Hon vísir eisini á, at sostatt eru fyritíðarpensionistar við skerdan lut á mongum økjum tá ið talan er um luttøku í føroyska samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
- Verður hendan ætlanin sett í verk, fer hendan støðan at gerast enn verri.
Hon minnir eisini á, at í nógvum førum eru fyritíðarpensionistar í bestu árum og hava tí somu útreiðslur til rentur og avdráttir, sum aðrir føroyingar í arbeiðsførum aldri hava.
- Tí harmar tað okkum, altíð at verða sammett við fólkapensiónistar, ið eru eitt heilt annað stað í lívinum, sigur Leila Solmunde.
Ótrygt

Leila Solmunde, forkvinna í MBF, vísir á, at tað er serstakliga ótrygt at verða fyritíðarpensjónistur tí teir eru fullkomiliga í hondunum á politikarunum.
- Teir eru nevniliga í teirri støðu, at politiski myndugleikin hevur altíð valdið til einsamallur at skerja fíggjargrundarlagið, uttan at fyritíðarpensionisturin hevur møguleika at ávirka avgerðina.
- Fyritíðarpensjónistar hava ikki, eins og fakfeløg, rætt til samráðingar um løn annaðhvørt ár ella so, men eru fullkomiliga givnir upp til náði frá politikarum.
Leila Solmunde viðgongur, at ”olmussa” er eitt orð, hon kemur í tankar um, tá ið hon hugsar um fíggjarligu støðuna og ótryggleikan, sum fyritíðarpensjónistar liva undir.
Og góðtaka fakfeløgini ikki treytirnar, hava tey altíð tann møguleikan, at tey kunnu fara í verkfall. Men tað vápnið hevur ein fyritíðarpensjónistur av eyðsýndum orsøkum heldur ikki.
- Men nettupp tí fyritíðarpensjónistar onga trygd hava, hevur tað avgerandi týdning, at tað er ein automatisk hækking í skipanini, tí hetta kann samanberast við teirra lønarhækking fyri at byrgja upp fyri príshækkingum, á sama hátt, sum fekfeløg fáa lønarhækking, sigur Leila Solmunde.