At samferðslan liggur lamin er uttan vit og skil

- Hetta má avgjørt vera seinastu ferð, at samferðslan millum útjaðaran og meginlandið liggur lamin av afturvendandi verkføllum. Einki nútímans samfelag kann liva við hesum í 2005, og tað verður eingin, sum tímir at gera íløgur í vinnuna í útjaðaranum, um hetta óskil ikki heldur uppat, sigur Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í P/F Sandoy Seafood, P/F Delta Seafood og sum eisini er reiðari

Verkføll

- Hetta ber slett ikki til og er uttanfyri alt vit og skil. At vinnan í útjaðaranum næstan á hvørjum ári liggur lamin í dagar og vikur, tí eingin flutningur er um firðir og sund, er púrasta burtur við. Eingin kann arbeiða seriøst undir slíkum afturvendandi umstøðum í 2005. Hetta er ein trupulleiki, sum myndugleikar og feløg noyðast at loysa í felag, sigur Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í P/F Sandoy Seafood og P/F Delta Seafood og sum eisini er reiðari.
Hann sigur, at tað er tokutala at tosa um íleggjarar til vinnuna í útjaðaranum, tá ið hetta eru umstøðurnar, ið samfelagið bjóðar vinnuni.
- Eingin fer at gera íløgur undir slíkum umstøðum, sum eru afturvendandi, ár undan ár. Tú kanst valla áseta ein fund, tá ið samráðingar eru millum fakfeløg, og tað byrjar at sansa at, tí tú veitst ikki, um fólk yvirhøvur sleppa til fundar.

Ótolandi hóttanir
Marner Lisberg vísir á, at tá ið komið er undir land við onkrum av fakfeløgunum, standa tey næstu í røðini, og í flestu førum, tá ið partarnir ikki megna at loysa ósemjurnar, endar hetta við, at strandfaraskipini verða løgd.
- Tey, sum varða av hesum skipum umborð og í landi, eru í so nógvum fakfeløgum, at tað skerst næstan ikki burtur, at siglingin verður rakt undir verkfalli.
Hann heldur, at hetta avgjørt má vera seinastu ferð, at samferðslan til og úr útjaðaranum liggur lamin.
- Hetta er í fyrsta lagi ein uppgáva, sum myndugleikarnir og fakfeløgini hava ábyrgdina av, og tí mugu tey gera nakað við at loysa hesi viðurskifti, soleiðis at hetta óskil ongantíð endurtekur seg aftur. Einki framkomið samfelag kann liva við slíkum óstabiliteti í 2005.
Marner sigur, at hann ferð eftir ferð hevur gjørt avtalu um fundir í Suðuroynni í mai mánaði, men tá ið fólk eru komin til Havnar, fáa tey at vita, at Smyril siglir ikki, tí skipið er vorðið rakt av verkfalli.
- Hetta kunnu vit ikki bjóða hvørjum øðrum í einum nútímans samfelag, leggur hann dent á.

Øll verða rakt
Vinnulívsmaðurin spyr, hvussu vorðið hevði verið hjá fólki í miðstaðarøkinum, um Atlantic Airways fór í verkfall í dagar og vikur.
- Ja, eg kundi hugsað mær at vitað, hvussu miðstaðarøkið hevði klárað seg uttan samband við umheimin soleiðis, sum vit, ið hava vinnu í útjaðaranum, í heilum eru avskorin frá restini av føroyska samfelagnum, sigur hann.
Marner vísir á, at føroyska samfelagið er lítið, og øll eru vit meira ella minni knýtt at hvørjum øðrum.
- Eru arbeiðarafeløgini í verkfalli, noyðast skipini, sum menninir hjá konunum á hesum virkjum sigla við, av landinum við fiskinum. Og øvut; liggja skipini, so fáa konurnar hjá fiskimonnunum ongan fisk til virkingar.
Nevndarformaðurin í P/F Sandoy Seafood og P/F Delta Seafood, heitir tí staðiliga á myndugleikar og fakfeløg um saman at finna loysnir, soleiðis at útjaðarin ikki verður so skilaleysa hart raktur í stríði millum partarnar.
- Eg endurtaki, at hetta avgjørt má vera seinastu ferð, at vit lata slíkt óskil taka okkum á bóli, sigur Marner Lisberg.