At síggja forðingar heldur enn møguleikar

Tað, sum er ókent og øðrvísi, fær fólk at aftra seg. Hetta man vera galdandi fyri tey flestu av okkum

Handikappdagur
vilmund@sosialurin.fo

Á altjóða handikappdegnum, 3. desember, skipaði tásitandi landsstýrismaður í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, fyri framløgu og orðaskifti í Almannaráðnum um viðurskiftini hjá teimum brekaðu við atliti til umstøðurnar hjá hesum á arbeiðsmarknaðinum. Dagurin varð hildin í samband við, at árið í ár, sum skjótt er umliðið, er útnevnt av altjóða samfelagnum at vera "Ár teirra brekaðu"
Stuttar framløgur vóru, og síðan var orðaskifti um umstøðurnar hjá teimum brekaðu á arbeiðsmarknaðinum
Tað var Páll á Reynatúgvu, sum beyð vælkomin og vísti á, at altjóða handikappdagur er á hvørjum ári, men í ár er eitt serstakt høvi, tí árið er útnevnt av altjóða samfelagnum at vera ár teirra brekaðu.

Føroyar fyri øll

- Stýrisbólkurin fyri "Ár teirra brekaðu" valdi at seta ein áhugaverdan spurning á plakatina, sum varð gjørd fyrr í ár. Eitt spurnartekin varð sett eftir útsøgnina: Føroyar fyri øll?
Páll helt, at hetta var ein fyndigur máti at gera vart við viðurskifti teirra brekaðu.
- Hetta er jú ein grundleggjandi spurningur, tá ið vit røða um viðurskiftini hjá teimum, sum ikki kunnu luttaka í samfelagnum sum heild á jøvnum føti við okkum onnur.
Og landsstýrismaðurin helt fram:
- Eru Føroyar fyri øll? Nei, svara óiva tey flestu. Enn
vantar nógv í fyri, at samfelagið verður nóg rúmligt ? eisini fyri tey, sum eru eitt sindur øðrvísi skapt enn tann stóri hópurin.
Páll segði, at Almannaráðið hevði bjóðað til hendan fundin fyri at taka saman um tey tiltøk, sum hava verið fyriskipað í hesum árinum.
Hann segði seg fegnast um tey tiltøk, sum Stýrisbólkurin fyri "Ári teirra brekaðu" og MBF og tess limafeløg hava tikið stig til í árinum.

Nógvir fordómar

Almenni arbeiðsmarknaðurin, arbeiðsgevarasíðan og Almannastovan vóru eisini umboðaði á fundinum í Almannaráðnum hendan, 3. desember.
- Hvussu kunnu vit tryggja fólki við skerdum førleika atgongd til arbeiðsmarknaðin?
Landsstýrismaðurin vísti á, at forðingarnar hjá fólki við breki á arbeiðsmarknaðinum bæði eru praktiskar, men hesar hava eisini sín uppruna í fordómum ? og fordómar taka seg ofta upp, tá ið fólk ikki hava nóg nógva vitan um tey viðurskifti, sum fordómarnir snúgva seg um.
- Tað, sum er ókent og øðrvísi, fær fólk at aftra seg, soleiðis at hesi síggja forðingar heldur enn møguleikar. Hetta man vera galdandi fyri tey flestu av okkum ? bæði tann "normala" hópin, um eg kann loyva mær at brúka eitt slíkt orð og fyri tey, sum ikki finna sær pláss í tí "normala" hópinum, tí tey bera brek.

Samfelag fyri øll

Páll segði seg vóna, at fundurin kundi verða eitt stig á røttu leiðini fram ímóti einum rúmligari arbeiðsmarknaði.
- Vit fara at umrøða tey tiltøk, sum eru hildin í skjótt farna árinum, og vit fara undir eitt arbeiði at virka fyri einum rúmligari arbeiðsmarknaði. "Ár teirra brekaðu" er næstan farið aftur um bak, men arbeiði at betra um kor teirra brekaðu heldur fram. Vit koma ongantíð á mál, men vit eiga at gera okkara besta fyri at nærkast málinum, sum er eitt samfelag fyri øll, segði Páll á Reynatúgvu.