Bjørn Patursson, nevndarformaður, Bóndafelag Føroya
Eingin er fegin um at taka ímóti studningi. Og flestu eru samd um, at studningur er ikki besta loysnin í vinnuligum høpi. Men soleiðis, sum struktururin og skipanirnar í landbúnaðinum eru vorðnar, kann ikki krevjast at føroyski landbúnaðurin skal klára seg í kappingini við innfluttar landbúnaðarvørur, sum í flestu førum fáa fleirfaldt tann stuðul, sum føroyski landbúnaðurin fær úr landskassanum.
Hetta hava vit fleiri ferðir áður víst, á og hetta er neyvan nakað nýtt fyri flestu. Men tað sum higartil bert hevur verið ein pástandur er nú prógva-, nevniliga at:
Landbúnaðurin rindar allan studningin aftur haðani hann kemur, til landskassan!
Hetta er nú prógv svart upp á hvítt
Hetta hevur óhefti búskaparfrøðingurin Magni Laksafoss nú prógvað. Við øðrum orðum kann sigast, at føroyski landbúnaðarstuðulin fyri tað mesta er stuðul, ið kemur føroyska brúkaranum beinleiðis til góðar, tí at matvørurnar eru bíligari at keypa.
Netto gjaldstreymurin kortlagdur
Av tí at landbúnaðarstudningurin í fleiri førum er skorðin niður ella hevur staðið í stað er støðan broytt frá at landbúnaðurin í 1990 fekk (netto) 12,5 mill. kr í studningi, til at landbúnaðurin í 2005 (netto) so at siga, rindaði allan studningin aftur í landskassan haðani hann kom.
Støðan broytist alla tíðina og eg eri sannførdur um, at vóru talvurnar í kanningini hjá Magna Laksafoss dagførdar við tølum frá 2006 høvdu vit sæð, at landbúnaðurin rindar meir til landskassan enn hann fær.
Ungar váðafúsar familiur taka við
Landbúnaðurin stendur fyri lutfalsliga stórum strukturbroytingum í hesum døgum. Krøvini til matvøruframleiðslu bara herðast, og trýstið á matvøruprísirnar gongur bert ein veg. Skulu tey sum starvast innan hesa vinnu megna at fylgja við tøkniliga og fíggjarliga er avgjørt ikki brúk fyri slíkum hóttanum og óstabiliteti sum hesin strategibólkurin borðreiðir við. Heldur hinvegin. Skulu vit rokna við at ungar kreftir vísa landbúnaðinum áhuga, er avgjørt neyðugt at karmarnir um vinnuna eru stabilir og dagførdir soleiðis at ábyrgd, váði og rættindir fylgjast at.










