Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag skipa fyri einum temadegi um rørslu og fyribyrging. Fokus verður sett á, hvussu rørsla kann vera týðandi táttur í at fyribyrgja krabbameini, hjarta- og æðrasjúkum, sukursjúku (typu2 diabetes) umframt øðrum sjúkum.
Tiltakið verður 27. apríl kl. 13-16 á Hotel Føroyum. Á skránni verður ein fyrilestur við kendu donsku Bente Klarlund Pedersen, yvirlækni og professari. Hon hevur skrivað fleiri bøkur, millum teirra bókina »Motion på recept« og hevur granskað nógv innan rørslu og fyribyrging av sjúkum.
- Vit eru fødd at røra okkum og at vera óvirkin er eins vandamikið og at roykja, er ein av boðskapunum hjá professaranum. Hon vísir á, at vøddar okkara ikki einans hava sum uppgávu at skipa rørslur, men at teir eisini framleiða ymisk hormonlíknandi evni, nevnd myokinir, ið fyribyrgja sonevndum lívsstílssjúkum sum sukursjúku, tarm- og bróstkrabba, hjartasjúkum, demens og tunglyndi.
Eisini fer Bente Karlund Pedersen at umrøða, hvussu nógv tað kostar samfelagnum at fólk eru óvirkin, og hvussu nógv, ið sparast kann, um tað eydnast at fáa fólk at røra seg meira.
Umframt danska professaran fer Magni Mohr, phD í ítrótti, at halda fyrilestur undir heitinum »Tað loysir seg, at røra seg.«
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Neyðugt er tó at tekna seg hjá Krabbameinsfelagnum.
Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag eru farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð fyri fólk, ið hava krabbamein.
- Tað er vísindaliga prógvað, at rørsla veksur um mótstøðuføri móti sjúkum, og at krabbameinssjúklingar, sum íðka ítrótt og røra seg nógv, hava betri lívsgóðsku og størri møguleika at liva longri, sigur Føroya Felag móti Krabbameini.