At ræða við tølum

Viðmerking/rætting til lesarabrævið ”Hevur tú hugsað teg um?” hjá Sirið Stenberg

Í hesum lesarabrævi/grein dagfest 28-12-2007 verður sagt

…… eitt røktarheim kommunurnar sjálvar skulu gjalda, soleiðis at borgararnir í kommununum skulu gjalda rokningina upp á uml. 70 mill kr……..

Her verður hugsað um ætlaða ellis/røktarheimið byggjast skal í Vági.

Freistandi er at nýta tøl til villleiðing - serliga upp til eitt val.

Um valevnið, ið skrivað hevur, ætlar at ræða fólk, ella bert er óvitandi um, hvussu tingini hanga saman, er ilt at siga. Fyri at fáa røttu tølini á borðið, skal her verða upplýst, at Løgtingið í dec. 2006 játtaði kommununum eitt lán á 26,5 mill kr.Harafturat hevur Almann-og heilsumálaráðið játtað 12 mill kr. sum stuðul.

Av hesum 26,5 mill kr. er parturin hjá Vágs kommunu umleið 16,5 mill kr.

Heim fyri sinnisveik er ein landsuppgáva burturav, sostatt rindar landið bæði íløgu og rakstur.

Kommunurnar bera ikki kostnaðin av tí, sum gjørt er í samband við Miðnámsskúlan.