BERIN fór í heyst undir nýtt átak at skipa fyri Café kvøldum fyri ung, ið hava mist ein av sínum kæru. Eisini er kvøldið ætlað ungum, ið hava ein vin, ið hevur mist. Tiltakið er fyri aldursbólkin 16-28 ár, og endamálið er, at tey ungu fáa høvi til at hittast og práta við onnur ung í líknandi støðu. Kvøldið verður fyriskipað av ungum, sjálvbodnum, sum greiða frá sínum royndum.
Tvey Café kvøld vóru í heyst. Til fyrra Café kvøldið greiddu Maria og Rannvá frá sínum royndum við at missa og at bera sorg, samstundis við at megna avbjóðingarnar í miðnám.
Seinna Café kvøldið greiddu Døgg og Sára frá um at missa sítt foreldur sum barn og um, hvussu sorgin broytist gjøgnum árini. Kvøldini eydnaðust sera væl, og uml. 40 ung ymsa staðni frá úr Føroyum, luttóku. Nøkur luttóku einsamøll, onnur saman við einum vini.
Komandi Café kvøld verður hóskvøldið 25. februar klokkan 18:30-20:30 í Perluni. Elisabet Maria og Elinborg eru tættar systrar og hava mist pápan fyri 5 árum síðani. Tær fara at siga frá, um hvussu lívið broyttist.
Nøkur evnir sum tær fara at koma inn á eru:
- Øll syrgja ymiskt
- At hjálpa hvør øðrum
- Ábyrgd
- og ótti
Elisabet Maria og Elinborg eru uppvaksnar í einum heimi, har tað hevur verið ein sjálvsagdur partur at at nýta síni skapandi evni innan tónleik, málningalist og at yrkja. Í sorgini hava listarligu gávurnar eisini havt ein týðandi leiklut fyri tær. Til Café kvøldið fer Elinborg at spæla nakað av sínum tónleiki og Elisabet Maria at framsýna nøkur av sínum listaverkum.
Aftaná er tíð til hugnaprát við kaffi/the og onkrum góðum afturvið. Høvi er eisini seta spurningar ella at deila av egnum royndum.
Endamálið við tiltakinum er, at ung fáa høvi at hittast og práta við onnur ung í líknandi støðu. Tiltakið verður í Perluni, Tórsgøta 3. Tað er fyriskipað av ungum sjálvbodnum og er ætlað aldursbólkinum 16- 28 ár.
Frá Beranum siga tey, at kvøldið er ókeypis og áhugaði eru vælkomin at melda innan 23. februar.