At lurta er at vaksa

Theodor Eli Dam Olsen
-----





Føroyar skulu vaksa.
Vit ynskja fólkavøkstur.
Vit vilja hava fleiri fólk.
Hetta hevur verið eitt afturvendandi herróp ta seinastu tíðina.

Men fyrsta fortreytin fyri fólkavøksri er helst, at vit telja øll við.

Lurta vit eftir okkara fólkavaldu – og tað geri eg viðhvørt – so hoyrist ofta, at tey siga, at ”hatta var eitt andstøðuuppskot”, ella ”samgongan ger tað og tað”.

Við øðrum orðum: Vit viðgera ikki uppskotið, tí tað er ikki rætti sendari!

Slík grundgeving skurrar í oyrunum. Tí í roynd og veru er hetta als ikki talan um nakra argumentatión, men heldur tekin um eitt óbúgvið fólkaræði, sum ikki hevur lært tær demokratisku spælireglurnar enn.

Gaman í er okkara fólkaræði ungt, og enn er ikki komið á mál.
Men kanska kundu tey á Tinghúsvegum – uttan samanbering annars – lært okkurt av teimum á Vaglinum, har tey valdu samstarv fram um greiðan skilnað millum meiriluta og minniluta.

Tað er ikki av tilvild, at vit hava fingið ein munn og tvinni oyru. Viðhvørt er ikki so býtt heldur at lurta enn tosa. Ella sum tað verður sagt í Hamlet hjá Shakespeare: Give every man thy ear, but few thy voice!


Ella tá verður farið eftir manninum/kvinnuni, heldur enn eftir bóltinum.
Á fakmáli verður hetta rópt eitt ”ad hominem-argument”. Tey kunnu rigga í ávísum støðum, og kunnu venda huglagnum. Eitt tað kendasta er eitt nú at siga við ein, sum ikki hevur verið til skips: ”Tú hevur ikki pissað í saltvatn!”

Ein skemtilig viðmerking, sum riggar, og tað skulu vit heldur ikki undirmeta- og sjálvandi skulu vit lurta eftir fakfólki.

Men tá slíkt speisemi og ironi verður flutt á hægri stað, t.d. á tingsins røðarapall, og onkur sigur: ”Hatta er bara eitt andstøðuuppskot”, ja, so er vandi á ferð.

Tí í slíkari grundgeving er eisini ein tómleiki, og ein feril av ironi er eisini at hóma í hesum.

Tí ironi er eisini at taka okkurt burtur, uttan at seta nakað inn ístaðin.

Og tað er altíð eitt sindur fátæksligt at missa okkurt gott av kávalæti og av taktiskum fyriliti.
Tað er jú altíð betri at telja øll við – tí sjálvandi er tolsemi, sakligar grundgevingar og eitt búgvið kjak fyrstu fortreytir, um vit vilja hava fólk at støðast, og um eitt veruligt orðaskifti kann byrja.





Well, summarið er í nánd – og tá plagar at borga fyri gróðri og vøkstri – til ”fólkagagns og gróður vist” sum tikið verður til í sálminum.

Gott summar!