At liva við bróstkrabba

Leygardagin hevði Føroya Felag móti Krabbameini eitt tiltak í Miðlahúsinum í samband við altjóða bróstmánaðin


Tvær kvinnur søgdu sína persónligu søgu, og greiddu frá hvussu tað er at liva við krabbameini.
Tina Hammer er 28 ár, er donsk og er gift við einum føroyingi. Saman eiga tey eina fýra ára gamla dóttir.
Tina hevur bróstkrabba, og er í viðgerð, men hevur fingið at vita, at hon ikki veður frísk aftur. Tina greiddi frá, hvussu tað er at liva við eini lívshóttandi sjúku, sum man veit at man ikki verður frískur aftur frá.
Síðan sang Paula Gaard úr sangbólkurin Salt ein sang, áðrenn Maria Frederiksen segði sína søgu.
Maria var 22 ár fyrstu ferð hon fekk staðfest krabbamein, og hevur síðan haft fleiri sløg av sjúkuni, tí hon hevur ættarbregði fyri at fáa krabbamein. Maria greiddi frá, hvussu tað var at hava krabbamein, og hvussu hon hevur tað í dag.
Nógv fólk vóru komin til tiltakið, og flestu teirra vóru kvinnur. Jansy Gaardlykke frá Føroya Felag móti Krabbameini sigur, at tey fingu sera góðar reaktiónir frá luttakarunum, sum søgdu seg hava fingið nógv burturúr.
- Vit hoyrdu, hvussu tað er at liva við eini lívshóttandi sjúku, og hvussu man hóast hetta, kann fáa tað besta burturúr hvørjum degi, sigur Jansy Gaardlykke.