Tað hevur verið skiftandi, men gott veður um vikuskiftið, og veðurforsøgnirnar siga, at vit kunnu vænta okkum rímiliga lýtt og gott veður komandi dagarnar.
Í morgin sigur hann frá at kalla ongum vindi - undir 8 m/s av norðri. Tað verður turt og sól og hitin upp til 13 stig. Um náttina millum 5 og 8 stig.
Somuleiðis verður at kalla eingin vindur týsdagin, tá ið hann sigur 3-8 m/s av vestri. Tá verður eisini turt og nakað av sól. Hitin um dagin upp í 12 stig og um kvøldið millum 5 og 8 stig.
Mikudagin aftur 3-8 m/s av suðri, seinni av landsynningi. Turt og sól um dagin, men skíggjað um kvøldið. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig. Hósdagin og fríggjadagin er eisini 3-8 m/s og seinni fríggjadagin upp í 10 m/s. Báðar dagarnar er møguleiki fyri regni, men eisini fyri sólglottum.










