Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, hevur fingið eitt smálamb í dag. Ein ær hjá honum hevur lembt, og vónir eru um, at ærin kanska fer at koma við einum lambi aftrat.
Á sínari Facebook-síðu í dag skrivar løgtingsmaðurin soleiðis um hesa ær:
- Hendan madamman hevur skil á kalendaranum. 1. apríl í fyrraári, 2. apríl í fjør, og aftur 1. apríl í ár. Um tað aftur blíva tvey eins og undanfarin ár, er ilt at vita.
Og Páll á Reynatúgvu leggur aftrat:
- Eitt er kortini víst, at móðurførleikin hjá ærini er einastandandi, hóast hon er uppvaksin sum eitt steinbýtt heimalamb.
Ein viðmerkjari á hesum tráðnum hjá løgtingsformanninum heldur fyri, at tað er ikki bara ærin hjá Pálli á Reynatúgvu, sum hevur skil á kalendaranum.
Viðmerkjarin skrivar, at kona løgtingsformannin er elst av trimum systrum - og allar eru tær føddar sama dag, tó at talan ikki er um tvíburar.