At gera tunlar er tann besta íløgan, Landið kann gera. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Og hann leggur afturat, at orsøkin til, at tað er so góð íløga er, at tunlar binda landið saman, so at fólk kunnu ferðast frítt og ótarnað.
Fríggjadagin var orðaskiftið í Løgtinginum um tunlar og tá fortaldi Heðin Mortensen fyri Løgtingslimum, at seinast í januar fáa teir høvi til at kjakast um samferðsluviðurskiftini í Føroyum. Tá fer hann nevniliga at leggja eina nýggja samferðsluætlan fyri Løgtingið og í henni verða nøkur tilmæli um eina langtíðarætlan fyri samferðsluøkið.
– Tá er eisini ætlanin at hava eitt aðalorðaskifti um samferðsluviðurskiftini sum heild, har alt samferðslunetið skal umrøðast, heilt úr Sumba til Viðareiðis og Gásadals, segði Heðin Mortensen.
Eitt, hann sær fyri sær, er, at vit fara at fáa eitt samhaldsfast samferðslugjald, har øll rinda tað sama fyri at ferðast, sama hvar í landinum tey búgva, og sama, hvussu tey ferðast, um tey sigla, koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar ella omansjóvartunlar.
– Tað er ætlnin at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið við einum ítøkiligum uppskoti um, hvussu ein slík skipan kann verða, soleiðis at øll føla seg sum ein javnbjóðis lim í samfelagnum, sigur hann.
Men Heðin Mortesen leggur afturat, at tað liggur ikki í kortunum at avtaka bummgjøldini fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Men ein annar spurningur er um tey verða broytt, soleiðis at øll hava javnbjóðis møguleikar at ferðast.