Bjørg Joensen
Valevni Javnaðarfloksins
???????
Avbjóðingin fyri føroysku umboðini á fólkatingi er at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum og møguleikum, at kunna danir um føroysk viðurskifti, og at kunna føroyingar um arbeiðið á Christiansborg.
Flest øll starvsfólk ynskja at hava ávirkan á síni arbeiðsviðurskifti. Verða t.d. mannagongdir gjørdar, er tað skilagott at gera sína ávirkan galdandi, so úrslitið verður sum best. Hevur tú verið við til at gera mannagondirnar, kanst tú tryggja nøktandi karmar, og kenna tínar skyldur mótvegis arbeiðsgevaranum.
Soleiðis er eisini við arbeiðinum á fólkatingi.
Føroysku fólkatingsumboðini skulu gera sína ávirkan galdandi innan økir, ið hava ávirkan á føroyska samfelagið, so leingi sum núverandi skipan við føroyskum umboðum á fólkatingi er galdandi. Eftir mínum tykki eiga vit sostatt ikki at blanda okkum í donsk innanríkismál, men fylgja við í málum, ið hava ávirkan á føroyska samfelagið, og tryggja, at lógirnar ikki ganga ímóti føroyskum áhugamálum og ynskjum.
Úrslit skulu sjálvandi spyrjast burturúr arbeiðinum á fólkatingi. Men hvussu?
Tað verður ofta tosað um, at danir skulu virða okkara áhugamál. Tað er tó ómetaliga torført hjá tveimum pørtum at møtast, um bert annar parturin hevur virðing fyri hinum. Virðingin má ganga báðar vegir. Vantandi virðing er ofta grundað á vantandi vitan.
Skulu úrslit spyrjast burturúr fólkatingsarbeiðinum, er uppgávan at kunna um og skapa forstáilsi fyri báðum samfeløgunum.
At gera tað ókenda kent - í Danmark og í Føroyum.