? Tað er ringt at síggja, hvussu el-brúkarin skal kunna fáa nakað burturúr, um SEV verður skipað sum eitt partafelag.
Tað sigur John Danielsen, fíggjarstjóri hjá SEV.
Tað eru limirnir í Kommunusamskipan Føroya, sum á seinasta fundi í Havn í farnu viku, umrøddu málið um at gera SEV til eitt partafelag.
Tað eru seks tær størstu kommunurnar í landinum, Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tvøroyrar, Vágs og Fuglafjarðar kommuna, sum eru limir í Kommunusamskipan Føroya og tær fara nú at kanna fyrimunir og vansar við at gera SEV til eitt partafelag.
SEV stjórin Klæmint Weihe er burturstaddur og fíggjarleiðarin, John Danielsen, vil ikki leggja seg út í málið sum so.
Hann er bara embætismaður hjá SEV og hann heldur, at hatta er eitt mál, sum eigur at verða viðgjørt ímillum tey, sum eiga SEV, og ikki minst eigur hesin spurningurin at verða viðgjørdur í umboðsnevndini og stýrinum fyri SEV.
Men sum heild kann hann siga, at hann dugir ikki at síggja, hvussu brúkarin skal kunna fáa nakran fyrimun av at SEV verður gjørt til eitt partafelag.
?Eftir mínum tykki verður SEV rikið rættiliga væl og eg dugi ikki at fáa eyga á, hvussu raksturin skal kunna gerast bíligari, bara tí at tað verður umskipað sum eitt partafelag.
Hann nevnir t.d. at SEV brúkar rættiliga nógva olju og hon verður ikki bíligari, av st skipa SEV til eitt partafelag.
? SEV er eitt lutafelag og eg dugir ikki at ímynda mær, hvussu tað fer at gera raksturin bíligari, um tað verður gjørt til eitt partafelag.
Eyka útreiðslur
Hann sigur tvørturímóti, at verður SEV gjørt til eitt partafelag, fer tað at føra stórar útreiðslur við sær, sum felagsskapurin ikki hevur í løtuni.
? Sum er, sleppur SEV undan at betala skatt. Men verða vit gjørd til eitt partafelag, skulu vit eisini betala partafelagsskatt.
Hann sigur eisini, at ein annar spurningur, sum støða skal takast til, er, hvussu farast skal fram, um kommunur selja síni partabrøv í SE.
? Hvør skal kunna keypa partabrøvini. Í øllum førum verður onki at ivast í, at tey, sum fara gera íløgur í partabrøv í SEV, gera tað eina og aleina tí at tey vilja hava avkast.
?Verður SEV gjørt til eitt partafelag, fer kravið um vinningsbýti tí uttan iva at verða reist á aðalfundunum.
? Hetta verða í hvussu so er tveir ítøkiligar og munandi broytingar í búskapinum hjá SEV, um felagsskapurin verður gjørdur til eitt partafelag,
Hann leggur afturat, at tá ið SEV so fær tvær slíkar týðandi útreiðslur afturat, kann tað eisini hugsast, at streymurin fer upp.
Hann sigur, at ein annar máti er sjálvandi at steðga við útbyggingum og at draga tað út at nútímansgera netið, fyri at fáa ráð til hesar eyka útreiðslurnar.
Hinvegin dugir hann illa at hugsa sær annað, enn at útbúnaðurin hjá SEV má altíð verða so góður sum gjørligt í einum framkomnum landi sum Føroyum
Og hóast hann heldur, at SEV hevur gjørt eitt stórt arbeiði í so máta, kann tað sjálvsagt altíð verða betri.
? Men skal SEV gerast til eitt partafelag, so at raksturin verður broyttur til at snúgva seg um at fáa so stórt avkast sum gjørligt av eini íløgu, fara raðfestingarnar sjálvandi at verða gjørdar øðrvísi.
John Danielsen sigur, at hinvegin fer tað at føra til nakrar bygnaðarligar spurningingar, um SEV verður umskipað til eitt partafelag.
? Eitt nú skal felagsskapurin so fylgja partafelagslógini, umboðsnevndin verður tikin av og í hennara stað kemur aðalfundurin og aðalfundurin skal so velja stýrið, sum umboðsnevndin nú velur.