At gera kommunalar havnir til partafeløg

- Tá ið tað er loyvt at gera almenn partafeløg í landshøpi, kann tað tykjast løgið, um lóggávan ikki eisini eisini letur upp fyri hesum møguleika hjá kommununum, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður

Havnaviðurskifti
Løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, hevur sett landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, ein fyrispurning um kommunal partafeløg.
Kári spyr, um ein kommuna kann gera eina kommunala havn til partafelag, har kommunan eigur 100% av partapeninginum.
Er svarið játtandi, spyr Kári í øðrum lagi, um henda sama kommuna kann loyva øðrum, t.d. øðrum kommunum, stovnum, feløgum og einstaklingum, at seta partapening í felagið.
 
Landsmyndugleikin
velir partafeløg
Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin, vísir løgtingsmaðurin á, at landsmyndugleikarnir hava valt partafelagsloysnir í samband við stórar almennar verkætlanir, sum t.d. undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi og undirsjóvartunnilin undir Lerirvíksfirði.
 - Føroya Tele er umskipað til partafelag, og landsstýrismaðurin í vinnumálum
hevur boðað frá, at ætlanin er, at Postverk Føroya eisini skal gerast til
alment partafelag, sigur Kári P. Højgaard.
 Tað hevur mangan verið ført fram, sigur løgtingsmaðurin, at hesin háttur er neyðugur fyri at kunna kappast á jøvnum føti við privata arbeiðsmarknaðin.
 - Um møguleiki er fyri at selja ella nýtekna partabrøv, kann kommunan fáa kapital uttanífrá til víðkan og nýíløgu, og hetta kundi ført til stóra menning fyri økini, oyggjarnar og landið, heldur løgtingsmaðurin.

Kunnu ikki flytast
Kári stúrir fyri, at við verandi gongd, verður tað helst bara tann eina havnin, sum fær møguleikar fyri útbygging í framtíðini, tí størsti parturin av inn-og útflutninginum fer fram yvir eina havn í landinum.
- Eg dugi ikki at síggja nakran vanda í, at aðrir enn kommunan kunnu eiga
upp til 49% av eini havn, tí havnaløgini kunnu ikki flytast kortini, men vera liggjandi sum eitt aktiv.
 Við atliti til eina komandi oljuvinnu, vísir løgtingsmaðurin á, at eingin kommuna í landinum einsamøll verður før fyri at gera tær íløgur, sum eru neyðugar fyri, at útgerðarhavnin kann nøkta komandi tørvin.
 Løgtingið samtykti, 8. november, at skrivligi fyrispurningurin hjá Kára P. Højgaard til Høgna Hoydal, landsstýrismann, skal svarast.


: