At gera »ein Ghosn«

Tá fyrrverandi Nissan-stjórin, Carlos Ghosn, beint fyri ársskiftið flýddi úr Japan, var tað sambært nøkrum frágreiðinum í einum kassa til ljóðføri.

Síðani er ivi sáddur um smálutirnar, men tað hevur ikki steðgað nýggjasta rákinum á internetinum: at gera ein »Gogsn«.

Á sosialu miðlunum apa fólk sær eftir muturákærda fyrrverandi stjóranum við at leggja seg í ein líknandi ljóðføriskassa.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Hetta hevur vundið so nógv upp á seg, at Yamaha, sum framleiðir ljóðføri og tilhoyrandi útgerð, heitir á fólk um at steðga við hesum.

– Fyri at forða fyri eina syndarligari vanlukku, so latið vinaliga vera við hesum, skrivar ein Yamaha-konto á Twitter sambært AFP.

Somuleiðis hevur miðili Cnet skrivar, at tað eftir øllum art døma er eitt telduspæl á veg grundað á flýggjanina hjá Ghosn úr Japan til Libanon.

/ritzau/