Yvirav vanligu inngongdini til Sjónvarp Føroya stendur eitt hvítt hús. Eitt hús, sum tú vanliga ikki leggur til merkis. Uppi í vindeyganum á húsunum, sum kanska tykjast eitt sindur skirvislig, stendur Vár Berghamar Jacobsen og veittrar.
Tá tú kemur inn, sært tú beinanvegin, at tað er her, at barnadeildin er. Ymiskt hongur á veggunum, og inni í rúminum, vit nú eru í, eru barnabøkur, litblýantar, saksar og ein rúgva av pappíri.
Flest øll kenna hana. Vár Berghamar Jacobsen. Seinastu árini hevur hon gjørt barnasendingar í Sjónvarpi Føroya. Likkulikkuleia sendingarnar til smærri børn og nú ! sendingarnar til størri børn. Eisini jólasendingar, sum til dømis Glóa, sum varð send á jólum í fjør.
Vár byrjaði at gera sendingar saman við Gunduri, sum hevði barnasendingarnar fyri nøkrum árum síðani. Har vóru hon og Páll Danielsen tvær dukkur, sum vóru við í sendingini. Hetta var í 1999, saman ár hon flutti aftur til Føroyar úr Århus saman við familjuni. Fyrstu Likkulikkuleia sendingarnar vórðu skrivaðar og tiknar upp í november og desember mánaða sama árið, og redigeraðar í januar árið eftir.
? At gera barnasendingar krevur eina barnasál. Tað vil siga, at tú mást tíma at vera í barnauniversinum. Eisini krevst hugflog, men tað týdningarmesta, haldi eg, er at tær dámar børn og tímur við børnum. Og so er tað heldur ikki verri um tú ert vanur við at vera saman við børnum, sigur Vár Berghamar Jacobsen. Umráðandi er at duga at fanga børn-ini og teirra áhuga. Harafturat at gera sendingar, so tær venda sær beinleiðis til børnini.
? Fyrstu sendingarnar, eg gjørdi, vóru til minni børn. Tað vil siga børn undir skúlaaldur. At gera tilfar til lítil børn krevur nakað heilt annað enn at gera sendingar til størri børn. Munur er á, og tí er tað týdningarmikið at skilja ímillum hvønn sendingarnar eru ætlaðar til, sigur Vár, sum tó vísir á, at onkrar sendingar skulu fanga breitt, sum til dømis jólasendingarnar, sum koma at virka, sum eitt slag av familjusendingum.
? Tey minnu børnini hava nógv størri abstraktiónsevni enn tey størru. Til dømis brúktu vit eitt blátt stykki av toy í Likkulikkuleia, sum vit spældu var ein á. Tað hildu tey minnu børnini verða ógvuliga stuttligt, meðan tey størru kanska bara søgdu, at hatta var toy.
Íblásturin
Vár sigur, at størsti íblásturin hon fær, er ígjøgnum lívið hon hevur livað og nú livir.
? Íblásturin kann gott vera sum ein kavabóltur. Tá tú fyrst hevur fingið eitt hugskot, so er tað skjótt, at tað kann byggjast víðari upp á tað, greiðir Vár frá.
? Viðhvørt kann eg vakna upp mitt um náttina, tí eg havi fingið eitt hugskot. Hetta hendir sum oftast, tá eg havi arbeitt við onkrum leingi. Eisini bara, tá eg gangi ein túr, og eg síggi okkurt. Tað kann vera alt. Ein fuglur, landslagið og lutir í náttúruni. Eisini bara tað, at hoyra tvey fólk siga ein setning - har kunnu hugskot eisini koma frá.
At eiga børn sjálv er so eisini ein stór hjálp, heldur Vár. At vera saman við børnunum og síggja og hoyra tey spæla gevur eisini hugskot til barnasendingar. Vár sigur eisini, at hon minnist, tá hon var sjálv barn. Spølini hon spældi tá og ymiskt annað.
Nøkur hugskot hevur Vár havt leingi, ? í fleiri ár. Nøkur av teimum hevur hon fingið, longu tá hon las, og nøkur av teimum vóru og eru bara eitt »must«, sum hon má gjøgnumføra.
? Frá tí, at eitt hugskot er sprottið, til tað verður gjørt, kann taka nógva tíð og tað kann taka stutta tíð.
? Um eg fái eitt hugskot meðan vit eru í holt við eitt ella annað í barnasendingum, so kunnu tað bara ganga nakrir fáir dagar, áðrenn tey verða útførd, men so eru summi hugskot eisini fleiri ár, áðrenn tey sleppa framat.
Vár Berghamar Jacobsen er útbúgvin dramaturg.
? Útbúgvingin hjá mær hjálpir mær í hesum arbeiðinum. Serliga í mátanum, eg struktureri arbeiðið upp á. Og tað, at eg trúgvi upp á eitt hugskot, tí eg dugi at gjøgnumskoða, hvussu tað kann førast út í lívið, sigur Vár, ella Glóa, sum nøkur børn kalla hana.
Sjálv er hon sannførd um, at hon kundi væl gjørt barnasjón-varp, sjálvt um hon ikki hevði havt júst hesa útbúgvingina.
? Eg havi spælt barnasjónleik, og eg havi altíð tímað væl við børnum. Og so fekk eg børn sjálv. Tá var tað sum vaksnamannauniversið varð skúgvað til viks av barnauniversinum. Tú verður rivin við at barnalyndinum, - tí óspiltu gleðini hjá barninum at uppliva nakað nýtt, og tú byrjar at síggja alt gjøgnum eyguni hjá einum barni, sigur Vár, eitt sindur hugleiðandi.
Men treyðugt so. Hetta vil ikki siga, at Vár bara livir í eini barnaverð. Hon leggur dent á, at hon hevur eisini tørv á einum vaksnamannalívi, og tí tekur hon av og á eisini steðgir frá at gera barnasjónvarp.
? At liva í eini barnaverð ger, at tú hevur tørv á at kobbla úr. So taki eg ein steðg, har eg ikki havi nakað við børn at gera. Í fjør undirvísti eg millum annað eitt sindur á Studentaskúlanum.
Gamlir dreymar
Vár Berghamar Jacobsen hevur fleiri gamlar dreymar, sum hon einaferð - fyrr ella seinni - ætlar at gera til veruleika.
Ein er, at fáa børn, sum duga okkurt serligt, at gera innsløg. Hetta verið seg børn, sum kanska duga okkurt handaligt ella líknandi.
? Tað eru so nógv børn, sum íðka ítrótt og líknandi. Tí hevði tað kanska verið stuttligari at funnið fram til børn, sum duga okkurt serligt, greiðir sjónvarps-verturin frá.
? Ein annar dreymur er at fáa børn at gera ein teknifilm og uppaftur ein annar er at gera ein barnafilm. Ein rættiligan film, sum er meira enn ein tíma til longdar.
? Børn í Føroyum eru annars ógvuliga fitt. Tey kenna meg aftur, tá eg eri úti, og so rópa tey Glóa ella Likkulikkuleia eftir mær, og siga hey. Tá eg havi arbeitt við børnunum, so eru tey ymisk. Nøkur eru smæðin og nøkur meira framlig, greiðir Vár frá, sum tó ger greitt, at tað er als ikki nakar vansi við, at børnini eru smæðin. Kanska umvent. Um eru tey ov framlig, so verður tað strævið.
Sendingarnar !, sum verða sendar nú, eru prát við skúlaflokkar.
? Har havi eg roynt at fáa øll at práta, men tað er jú so ymiskt, hvussu børnini eru. Har verður tað næstan sum í einum skúlaflokki, at tann, sum torir, hann sleppur framat. Lærari er eisini við teimum, so tað hevur eisini nógv at siga, hvør hann er, og um hann tosar nógv, greiðir Vár frá.
Annars plaga børn eisini at upptraðka til millum annað jólasendingar. Tað sigur Vár plagar at ganga ógvuliga væl.
? Fyrsta árið eg gjørdi Likkulikkuleiu, komu fólk, altso vaks-in fólk yvir til mín so at siga hvønn dag at tosa við meg. Bæði fólk, sum eg kendi, fólk, sum eg bara kendi eitt lítið sindur og eisini fólk, sum eg als ikki kendi, komu yvir og fortaldu mær, hvussu glað tey vóru fyri sendingarnar.
Mennandi sjónvarp
Nógv verður tosað um, at føroysk børn, ella børn sum heild, hyggja ov nógv í sjónvarp. Vár er av teirri meining, at sjónvarp kann eisini væl verða mennandi.
? Um sjónvarpssendingarnar eru við til at læra børnini eitthvørt ella við til at víðka teirra sjónarring, so haldi eg ikki, at tað er nakað galið við at síggja sjónvarp, sigur Vár, sum tó ger greitt, at børn eisini eiga at røra seg.
? Børn, sum hava verið í skúla í ein heilan dag, ella í barnagarði, har tey hava runnið og tuskað runt allan dagin, eru sjálvandi móð, tá tey koma heim. Tí dugi eg heldur ikki at síggja, at tað er nakað skeivt í, at tey hyggja í sjónvarp, tá tey koma heim, ella kanska eftir einum stórum, vøkrum teknifilmi við góðum ljóði.
Vár sigur annars, at hon er uppvaksin uttan sjónvarp. Hon sigur seg minnast, at tá hon so var og ferðaðist í Danmark, so sá hon sjónvarp, og barnasjónvarpið í Danmark dámdi henni stak væl.
Men hvussu leingi Glóa, Systi ella »bara« Vár ætlar at gera barnasendingar veit hon ikki.
? Eg havi enn ting upp á hjarta, sum ikki er gjørt enn, men so leingi eg fari at hava áhuga fyri barnasjónvarpi, vænti eg, at eg fari at halda fram. Eg havi altíð havt áhuga fyri børnum,- eg haldi, at tað liggur til familjuna. Onkuntíð havi eg eisini hugsað um at gera vaksnamannasendingar, men hvussu leingi barnasendingarnar verða á skránni, dugi eg als ikki at spáa um, sigur Vár Berghamar Jacobsen at enda.