Kim Simonsen
Sjúrður Skaale hevur gjørt mangt og hvat seinastu árini. Herfyri kallaði hann Jan Müller fyri klikkaðan og ein fanatikara. Jan var ikki til staðar til ein av (teim mongu) fundunum, ið Norðatlantsbólkurin helt herfyri. Sjúrður meinar tí, at Jan, ella onnur, ið ikki vóru har, sjálvt um Sosialurin hevði fólk á staðnum, hava rætt at hava eina meining um framtíðar støðu Føroya og um framtíð ríkisfelagsskapsins. Sjúrður letur hørð orð fella og er alt ov persónligur. Tann, ið gerst persónligur hevur tapt, og Sjúrður og Høgni Hoydal hava mist nærum alt álitið, ið føroyingar einaferð høvdu á teimum.
Ein føroyskur blaðstjóri hevur rætt til av hava eina meining um ráðstevnur og fundir millum danir og føroyingar, og um tiltøk, ið ávirka støðuna millum londini. Blokkurin er eymasta málið í dag millum Danmark og Føroyar. Eg vildi mett, at ein blaðstjóri skal hava eina meining um eitt slíkt tiltak. Sjúrður sjálvur, ið er eitt slag av ráðgeva/spindoktari fyri Høgna Hoydal er hin vegin løntur fyri at koma við álopum á tey, ið hótta Tjóðveldisflokkin og teirra arbeiði. Sjúrður hevur fyrr m. a. roynt seg við álopum á øll, ið skriva í Dimmalætting og í Skáa fyri at taka tilfar frá øðrum. Her royndi hann at sáa eitt fræ av misáliti mótvegis Dimmu og okkum, ið javnan skriva har. Rætt er, at onkur hevur skrivað okkurt av, men hetta gevur ikki honum rættin at skuldseta okkum øll. Sjálvur brúki eg eitt hav av keldum, men eg nevni tær altíð. Onkur hevur funnist at hesum at skriva greinar í lærda endanum og at prenta keldulistar, men hetta haldi eg fast um. Bæði akademikarar og blaðfólk brúka keldur, hetta merkir ikki at tey plagiera, og um onkur hevur gjørt tað, merkir hetta ikki, at øll gera tað!
Í hesum førinum hevur Jan eisini sínar keldur, hann kemur bert ikki fram til tað, sum Sjúrður ella onnur vilja hoyra. Jan er hvørki klikkaður ella nakar fanatikari, tað eru orð, ið passa nógv betur um undanfarna landstýrið, ið skapti eina pínliga øsing og nelgdi misálitið fast millum londini í ríkisfelagsskapinum, sum útisetar enn merkja sviðan av.
Tjóðveldisflokkurin hevur altíð livað av at skapt øsingar, samansvørjingarástøði og paranoia. Longu teir fyrstu nationalistarnir løgdu á at skriva søguna eftir teirra egna høvdi, og ikki var altíð so nógv innan fyri hjá Jóannes Patursson, Ellinti Patursson og seinni í bókini hjá Høgna. Taka vit syndrið av kjøti, ið er í hesum søgubókum frá, er bert mytur, søgufalsan og fólkaøsing eftir, og tað Sjúrður borðreiður við í sínum álopum er júst hetta.
Tað er syrgiligt at síggja orðaskiftið søkka niður á eitt slíkt óvirðiligt støði. Tey sum eru sperd av avmakt rópa ókvæmisorð og er einki eftir at siga, koma orð sum »klikkaður« fram, tá er alt orðaskifti deytt.
Ikki bert Jan, men fólk í Føroyum er deyðatroytt av at hava føroyskar politikarar, hvørs fremsta uppgáva hevur verið at saga av ta grein, vit hava livað á í ættarlið. Henda greinin umboðar viðurskiftini við Danmark og ikki bert eina Ríkisveiting. Tað býttasta Poul Nyrup gjørdi, var at seta hart móti hørðum. Anders Fogh Rasmussen dugir betri, hansara stjórn veit, at sjálvstýrisgongdin ikki hevði eitt fólksligt mandat og bjóðar fegin eina loysing, tí meirilutin í Føroyum vil ikki hava hesa.
»Søgan endurtekur seg«, tók ein lærdur maður til, »fyrst sum ein glantrileikur og seinni sum ein sorgarleikur«.
At Høgni, eftir ein dyggan ósiður við øllum hann hevur barst fyri síðani 1998, enn skal sita á Christansborg er júst ein grantrileikur. At hann hevur ráðgevar, ið bert vilja rópa eyknevni og oyðileggja allar møguleikar fyri orðaskifti í framtíðini millum andstøðuna og sitandi landsstýri er sorgarleikurin.