At fremja og bróta niður

JFK

Fólk, sum starvast í flakavinnuni í landi, hava ikki tær nógvu viðmerkingarnar til avtaluna, sum Føroyagrunnurin hevur gjørt við Hanus Hansen, stjóra og Norðoya Sparikassa.
Flestu undrast tó yvir, at partabrøvini ikki vórðu útboðin alment, tá ið talan er um sølu av almennum ognum.
Ein spurningur, sum fleiri tó seta sær og ikki minst tey, sum reka flakavinnu aðrastaðni enn í Norðoyggjum, er, hvat Føroyagrunnurin fer at gera við peningin, sum fæst burtur úr søluni av partabrøvunum.
- Grunnurin virkar við tí endamáli at fremja vinnu í Norðoyggjum, men vónandi fer hetta ikki at merkja, at almenni grunnurin tekur grundarlagið undan vinnuni aðrastaðni.
Fiskavirkisstjóri, sum Sosialurin hevur tosað við, tekur fram eitt ítøkiligt dømi:
- Keypir Føroyagrunnurin eitt nú Nornagest og Kolumbus fyri at tryggja Kósini í Klaksvík eitt betri grundarlag, standa virkini í Sandoynni tóm eftir stuttari tíð, tí hesi skip hava verið grundstuðulin undir ráfiskatilgongdini í oynni seinastu árini.
Mong onnur dømi kundu verið nevnd sum líkjast hesum.
- Grunnurin er suverenur og kann tí taka sínar egnu avgerðir, og í so máta er neyvan nakað skeivt farið fram í ítøkiliga málinum um sølu av partabrøvunum. Hinvegin er tað ein spurningur um avgerðirnar, sum leiðslan í grunninum tekur, eru í tráð við politiska viljan og í triðja lagi, hvat myndugleikin ger við hetta, siga fólk í vinnuni.