Aktuellu útsagnirnar hjá landsstýrismanninum benda á, at hann tekur støði í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum, tá ið hann úttalar seg um flyting av fakmørkum.
Álitið er útgivið í apríl 2007 og ein av niðurstøðunum í álitinum er, at vegna trot á læknum og sjúkrarøktarfrøðingum skulu ”kvalifiseraðir sjúkrarøktarfrøðingar yvirtaka nakrar funktiónir frá læknunum, og heilsurøktarar taka sær av nøkrum funktiónum, sum sjúkrarøktarfrøðingar vanliga taka sær av” (álit, s. 20, 89 og 117).
Orsøkin til at flyta fakmørk er samansett av mongum faktorum. Ofta er orsøkin øktur eftirspurningur á læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, sum millum annað skyldast økt fólkatal, longda livitíð og øktir viðgerðar- og røktarmøguleikar.
Henda flyting av fakmørkum er vælkend í altjóða høpi, men er ofta framd óheft av, at sjúkrarøktarfrøðingar hava bachelorútbúgving. Fyri at kunna virka sum viðgerðarsjúkrarøktarfrøðingur, sum internationala heitið er, krevst haraftur ímóti, at sjúkrarøktarfrøðingurin hevur serútbúgving og drúgvar royndir frá t.d. intensivari deild ella skaðastovu og sostatt er at rokna sum ekspertur.
Royndirnar eru ikki eintýðugt positivar. Um vit nú royna at læra av royndunum hjá øðrum, ístaðin fyri bara at gera sum hini, so eigur eitt viðkomandi orðaskifti at fara fram, áðrenn vit fremja flyting av fakmørkum í verki.
Lýsing av økinum hjá viðgerðarsjúkrarøktarfrøðinginum í Danmark og Stóra Bretlandi
Ífylgi Willeman, Vested, Tang (2003) skal motivið til at lata sjúkrarøktarfrøðingar yvirtaka læknaarbeiði, samstundis sum tørvurin á fleiri sjúkrarøktarfrøðingum er eyðsýndur, síggjast út frá motto’inum, at tann best kvalifiseraði røkir tær mest kompleksu og spesiellu uppgávurnar.
Soleiðis vera stundir hjá læknanum at røkja tær kompliseraðu læknaligu avbjóðingarnar, meðan sjúkrarøktarfrøðingurin kann taka sær av teimum minni kompliseraðu. Hinvegin so kann heilsurøktarin taka sær av nøkrum uppgávum, sum sjúkrarøktarfrøðingurin annars plagdi at røkja.
Rapportin ”Den behandlende sygeplejerske” (Willeman 2003), sum snýr seg um eftirmeting av framdari flyting av fakmørkum, lýsir økið hjá hesum sjúkrarøktarfrøðingum í Danmark og í Stóra Bretlandi, og kjakast verður um fyrimunir og vansar av flytingini.
Í høvuðsheitum verður fokuserað á 3 hættir at skipa arbeiði:
Á skaðastovum, har sjúkrarøktarfrøðingurin er fataður sum integreraður partur av skaðastovuni ella í sjálvstøðugari klinik í samband við læknamannaða skaðastovu
Skaðaklinik, sum er plaserað á sjúkrahúsi uttan skaðastovu t.v.s. uttan læknamanning, men mannað við sjúkrarøktarfrøðingum.
Heilsumiðstøð, sum er plaserað í lokaløkjum, men mannað við sjúkrarøktarfrøðingum. Afturat smærri skaðum og sjúkum røkir heilsumiðstøðin eisini fyribyrging. Heilsumiðstøðirnar kunnu eisini umfata aðrar fakbólkar, t.d. terapeutar, dietistar og roykiavvenjarar.
Sostatt eru omanfyrinevndu deildir at rokna sum serdeildir, har støðan hjá sjúklinginum er kompleks og ofta krevur skjóta handling. Tí krevur hetta eisini sjúkrarøktarfrøðingar við hægstu kompetensu.
Royndir við flyting av fakmørkum millum lækna- og sjúkrarøktarfrøðiøki
Omanfyrinevnda rapport staðfestir, at ensku og fyri so vítt eisini donsku royndirnar við heilsumiðstøðum og skaðaklinikkum mannaðar við sjúkrarøktarfrøðingum eru positivar. Serliga hvat viðvíkur sjúklinganøgdsemi og kliniskum kvaliteti.
Tá tað snýr seg um fígging, so eru viðurskifti sum benda á, at hetta kann vera ein dýrari loysn. Fyri at fáa skaðaklinikk / heilsumiðstøð at virka, er tað eitt krav, at etableringin er lagað til tørvin á staðnum, at kompetensuøkið verður klárt definerað og at sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa neyva eftirútbúgving. Tað er serliga eftirútbúgvingin av sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ofta vísir seg at koma sum ein óvæntað útreiðsla.
Harafturat vísir tað seg, at skaðaklinikkirnar / heilsumiðstøðirnar verða sera væl vitjaðar. Orsøkin sigst vera, at viðgerðarsjúkrarøktarfrøðingurin gevur sær góðar stundir til hvønn einstakan sjúkling umframt tað, at sjúklinginum hvørki nýtist ávísingarseðil ella tíðarbílegging.
Hesin hátturin at skipa arbeiði gerst tískil eitt eyka tilboð í samfelagnum, har sjúklingarnir eisini venda sær við ørindum, sum teir annars ikki søktu viðtalu fyri.
Í rapportini verður eisini víst á, at læknarnir ikki eru nøgdir við, at fakmørkini verða flutt og eru ikki samdir í, at kvaliteturin í viðgerðunum er nóg góður.
Royndir við flyting av fakmørkum millum sjúkrarøktarfrøði- og heilsurøktaraøki
Við í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk er ætlanin, at heilsurøktarar yvirtaka uppgávur hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Ein ørgrynna av kanningum úr Amerika og Stóra Bretlandi vísa, at yvirlivilsisratan hjá sjúklingum økist, at innleggingartíðin styttist og komplikatiónirnar eru færri, tá ið deildin er mannað við høgt útbúnum starvsfólki. (Aiken 2002, 2003), (Stanton & Rutherford 2004). Uppritið frá Joint Commission “Health Care at the Crossroads – Strategies for Addressing the Evolving Nursing Crisis” undirbyggir eisini omanfyristandandi og hevur eina røð av hugskotum / ráðum, sum kunnu bøta um avleiðingarnar av ov fáum sjúkrarøktarfrøðingum.
Tann fyrsti setningurin er at økja upptøkuna av lesandi á sjúkrarøktarfrøðiskúlunum heldur enn at seta størvini við fólki við lægri útbúgving. Samstundis eigur ískoytisútbúgving at verða sett í verk, soleiðis, at talið av sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstigi verður økt. Harafturat skulu leiðslurnar syrgja fyri, at karmarnir eru til at virka undir, tí sum er, flýggja sjúkrarøktarfrøðingar, eisini viðgerðarsjúkrarøktarfrøðingar, úr røktini vegna stress og útbrentheit.
Samanumtikið kann sigast at:
Uppstiging av sjúkrarøktarfrøðingum til bachelorar er ætlað at menna hægstu kompetensu innan sjálva sjúkrarøktina og sostatt tryggja sjúklingunum hægsta kvalitet
Flyting av fakmørkum ikki er eintýðugur fyrimunur, hvørki fakliga ella fíggjarliga sæð
Flyting av fakmørkum verður ikki aðra staðni gjørd á vanligum deildum, men bert á lýstu serdeildunum, sum ikki eru skipaðar eftir sama leisti í Føroyum (vit hava bert skaðastovur har sjúkrarøktarfrøðingar eru integreraður partur av starvsfólkamanningini saman við læknunum)
Rátt verður til at økja talið av útbúnum sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstigi
Rátt verður til at karmarnir at virka undir fyribyrgja stress hjá starvsfólkunum
Keldur
Aiken Linda et al (2002), Hospital Nurse Staffing and Patient Mortality, Nurse Burnout, and Job Dissatisfaction, JAMA. 2002; 288:1987-1993 HYPERLINK "http://www.nurseallianceca.org/resources/AikenEtAlRatios2002.pdf" www.nurseallianceca.org/resources/AikenEtAlRatios2002.pdf , leitidagur: 1. mai 08
Aiken Linda et al (2003), Educational Levels of Hospital Nurses and Surgical Patient Mortality, JAMA. 2003; 290:1617-1623 HYPERLINK "http://jama.ama-assn.org/cgi/reprint/290/12/1617" jama.ama-assn.org/cgi/reprint/290/12/1617 , leitidagur: 1. mai 08
Almanna- og heilsumálaráðið (2007), Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum HYPERLINK "http://www.ahs.fo/Data/Register/7CE6EDAC-7226-47B4-9FF0-CA56D62761C4/D73280D5-2AC0-43CF-941C-EB538B175B92/70F74435-F174-40BD-981D-5387A541DBD8.pdf" www.ahs.fo/Data/Register/7CE6EDAC-7226-47B4-9FF0-CA56D62761C4/D73280D5-2AC0-43CF-941C-EB538B175B92/70F74435-F174-40BD-981D-5387A541DBD8.pdf , leitidagur: 1. mai 08
Joint Commission on Accreditation of Healthcare Organizations (2003), Health Care at the Crossroads – Strategies for Addressing the Evolving Nursing Crisis, HYPERLINK "http://www.jointcommission.org/NR/rdonlyres/5C138711-ED76-4D6F-909F-B06E0309F36D/0/health_care_at_the_crossroads.pdf" www.jointcommission.org/NR/rdonlyres/5C138711-ED76-4D6F-909F-B06E0309F36D/0/health_care_at_the_crossroads.pdf , leitidagur: 1. mai o8
Joint Commission on Accreditation of Healthcare Organizations (2003), Health Care at the Crossroads – Strategies for Addressing the Evolving Nursing Crisis,
Donsk umseting: Krøll Vibeke (2003) HYPERLINK "http://www.dsr.dk/dsr/upload/3/0/813/Health_care_at_the_crossroad_-_dansk.pdf" www.dsr.dk/dsr/upload/3/0/813/Health_care_at_the_crossroad_-_dansk.pdf , leitidagur: 1. mai 08
Stanton, MW, Rutherford MK (2004), Hospital Nurse Staffing and Quality of Care, Rockville (MD): Agency for Healthcare Reserarch and Quality, Research in Action, Issue 14. AHRQ Pub. No. 04-0029 HYPERLINK "http://www.ahrq.gov/research/nursestaffing/nursestaff.pdf" www.ahrq.gov/research/nursestaffing/nursestaff.pdf , leitidagur: 1. mai 08
Willeman Marlene, Vested Stine Hovgaard, Tang Katrine (2003), Den behandlende sygeplejerske DSI Institut for Sundhedsvæsen, København
Sjúkrarøktaretiska ráðið
02.05.08










