At finna sína egnu rødd

Marjun Syderbø Kjelnæs fer at innleiða seinastu sýning í Filmsfelagnum fyri jól

 

Týsdagin 13. desembur sýnir Filmsfelagið nýggja bókmentaliga filmin hjá Frances O’Connor um Emily Brontë í Havnar Bio

 

Í filminum Emily sigur Frances O’Connor søguna um ein av heimsins kendastu rithøvundum, Emily Brontë (1818-1848), ið fyrstu árini er uppreistrarsinnaður outsidari, men skjótt finnur trúnna á eina egna rødd og skrivar hugtakandi klassisku kærleikssøguna Harðveðurs hæddir (Wuthering Heights) í 1847.

 

Nýggi filmurin Emily, ið varð frumsýndur í Toronto, lýsir tey sambond, sum skaptu hana: sambandið við systrarnar Charlotte og Anne, hjálparprestin Weightman, sum varð hin fyrsti, hon forelskaði seg í, og alskurin til ólátaða beiggjan, Branwell, ið verður hin fremsti at kveikja hugin hjá Emily at skriva.

 

Hetta er fyrsti filmur hjá bretskt-avstralska filmsleikaranum Frances O’Connor (f.1967), sum vit kenna úr filmum sum Mansfield Park, Bedazzled og AI Artificial Intelligence. Í høvuðsleiklutinum sum Emily Brontë, síggja vit Emmu Mackey, ið er kend frá røðini Sex Education og filmunum Eiffel, Death on the Nile og Barbie. Eisini síggja vit Fionn Whitehead, Oliver Jackson-Cohen og Adrian Dunbar.

 

Í Bretagne, har filmstevna hevur verið í býnum Dinard í 33 ár, vann filmurin Golden Hitchcock fyri besta film, Áskoðaravirðislønina og virðislønina fyri besta høvuðsleiklut. Ummælarin hjá The Guardian gevur fimm stjørnur og sigur, at filmurin er “A sensitive Brontë biopic and a thrillingly unconventional watch.”

 

Eftir hesa týsdagssýning fer Filmsfelagið í jólafrí.

 

Fyrsta sýning hjá Filmsfelagnum í nýggja árinum er suðurkoreanski Desicion to leave. Hinir báðir filmarnir í januar eru danski Den store stilhed og týski Die Wannseekonferenz.

 

Filmsfelagið: 13/12 kl 20:00 Emily (Frances O’Connor, Bretland 2022 130 min)