Sp/f 2be er ein nýggj fyritøka, sum bjóðar stovnum, fyritøkum og privatfólki persónligar samrøður, fyrilestrar og skeið. Felagið hevur skeiðshøli í Klaksvík, men ferðast um landið við sínum tilboðum.
Tað er Sigbritt við Neyst Hansen, sum stendur aftan fyri fyritøkuna. Hon er mamma við manni og fýra børnum, harav ein sonur er við menningartarni. ??
- Av tí at sonurin gjørdist sjúkur, og vit vóru sera nógv á Ríkissjúkrahúsinum, noyddist eg at siga meg úr einum góðum starvi, sum eg var glað fyri. Eg visti, at um eg ikki púrasta skuldi missa trivnaðin, mátti eg finna okkurt mennandi í mínum gerandisdegi. Eg fekk møguleikan at byrja eina psykoterapeut útbúgving innan gestaltterapi, sum eg eri í holt við. ??
Sigbritt við Neyst Hansen sigur, at útbúgvingin hevur givið sær førleikar at hjálpa fólki í kreppu og sorg og eisini at arbeiða við fólki og fyritøkum, ið ynskja menning og vilja vinna á forðingum, sum steðga menningini.
- Hetta hevur eisini givið mær íblástur til at bjóða skeið og fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni, og er ætlanin, at hetta alla tíðina skal mennast, leggur hon aftrat.
Leygardagin hin 19. november skipar sp/f 2be so fyri einum stórum gestaltterapidegi á Klaksvíkar Sjómannsheimi. Á skránni verða fyrilestrar og smærri framløgur.?? Endamálið er at varpa ljós á gestaltterapi, sum eitt breitt tilboð til stovnar, fyritøkur, bólkar og einstaklingar.??
- Gestaltterapi hjálpir við at seta tingini í perspektiv, at finna fjalt tilfeingi og at síggja nýggjar møguleikar, sigur Sigbritt við Neyst Hansen og vísir til neyvari kunning á heimasíðuni www.2be.fo um tiltakið.