At eta grind: spæla russiska roulettu við heilsuni

Grindin er ómetaliga dálkað, og innihaldið av kyksilvri (MeHg) er 100 ferðir hægri enn tað hægst viðmælda.

Tað er dyggiligur dupultmoralur, at grind, sum ikki er egnað sum mannaføði, verður borðreitt á almennum stovnum, so sum á sambýlum og sjúkrahúsum, heldur Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, listakvinna og læraralesandi.

 

 

- Grindin, sum er staðfest ikki at vera mannaføði longur verður borðreitt fyri teimum sjúku og teimum gomlu. Tað er dupultmoralur, so tað forslær, tá landslæknin sigur eitt og stovnarnir gera øvugt. Tá hongur teori og praksis ikki saman, staðfestir hon álvarsliga.

 

 

Almennu stovnarnir mugu siga, at nú gevast teir við at bjóða fólki grind, tí tað er ikki mannaføði longur. Gera stovnarnir ikki tað, so tekur almenningurin ongantíð tilmæli í fullum álvara, heldur hon.

 

 

Grindin er ómetaliga dálkað, og innihaldið av kyksilvri (MeHg) er 100 ferðir hægri enn tað hægst viðmælda. Tilmælini eru broytt nógv gjøgnum ár og dag men gjøgnumgangandi vísa kanningar, at tilmælini eru lækkandi, og tað merkir, at minni MeHg skal til fyri at skaða kognitivu eginleikar okkara, greiðir Aggi frá.

 

 

- Kanningar hava víst, at tað skaðar bæði kognitivu eginleikar okkara og nervaskipanina sum heild, og hetta hevur við sær beinlieðis smáir skaðar, hvørja ferð vit fáa MeHg í kroppin. Hetta ørkymlar meg, og tí er óskiljandi at hetta verður ignorerað, og at grind eisini verður borðreidd fyri børnum okkara, heldur Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir.

 

 

- Eg blandi meg ikki uppí, hvat onnur gera, men tað skelkar meg veruliga. Hetta er, sum at spæla russiska roulettu, staðfestir hon.

 

 

Hon leggur afturat, at hóast grind hevur verið góð fyri føroyingin í øldir, so mugu vit ásanna, at tað er hon ikki longur: Stóri hvalurin er eitraður við kviksilvuri, og er ikki mannaføði longur sambært okkara hægstu heilsumynduleikum.

 

 

Les eisini: At eta grind: Almennir stovnar eiga at ganga á odda

 

 

Vit varpa ljás á grind sum kost á temasíðunum í Sosialinum hetta vikuskifti, og har ber til at lesa alla samrøðuna við Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, og lesa meir um evnið. Sosialurin er at fáa í sølubúðunum kring alt landið og talgiltur her