At eggja til størri samvinnu úteftir

- Nýggj roynd varð gjørd at fáa í lag størri samvinnu millum russiskar fiskivinnufyritøkur og føroyskt tænastuvirksemi. Vit valdu at vera við á Fish 2004 í Moskva við tí endamáli eisini at fáa í lag samvinnu millum føroyskar fiskaútflytarar og russiskar fiskakeyparar. Kanska settu fólk í so stórar vónir til hesa handilsferð, men samumtikið var tiltakið rættiliga væl eydnað, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni

Vinnuvirksemi

Sum liður í útflutningsarbeiðnum, tók Menningarstovan í fjør lut í og var við í samskipanini av føroysku luttøkuni á European Seafood Exposition 2004 í Brússel og ONS 2004 í Stavanger.
- Báðar framsýningarnar eru afturvendandi tiltøk, har luttakandi fyritøkurnar kunnu bjóða seg fram og vera sjónligar. Tiltøkini eru fram úr góð høvi at útbyggja og styrkja sambond við keyparar og veitarar, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri.
Hann vísir á, at framsýningin í Brússel er størsta
sjómataframsýningin í heiminum, har fyritøkur um allan heim kappast um at sýna fram nýggjar vørur og framleiðslur og annars fáa íblástur og nýggj samstørv.
- ONS gevur eins og Offshore Europe føroyskum fyritøkum høvi at royna at koma upp í part í oljuvinnuni, sum vónandi verður ein skjótt komandi vinna í Føroyum.
Í frágreiðingini nemur Kjartan eisini við umrøddu framsýningina, sum var í Moskva.
- Nýggj roynd varð gjørd at fáa í lag størri samvinnu millum russiskar fiskivinnufyritøkur og føroyskt tænastuvirksemi. Vit valdu at vera við á Fish 2004 í Moskva við tí endamáli eisini at fáa í lag samvinnu millum føroyskar fiskaútflytarar og russiskar fiskakeyparar.
Kjartan heldur, at kanska settu fólk í so stórar vónir til hesa handilsferð, men samumtikið var tiltakið rættiliga væl eydnað.
- Eftir ferðina hava fleiri av luttakandi fyritøkunum hitst fyri at umrøða og samskipa møguligt nýtt átak, helst á Murmansk-leiðini, har fleiri av stóru reiðaríunum halda til ? ella møguliga í Kaliningrad.
Stjórin vísir á, at annar táttur í arbeiðnum hjá Útflutningsdeildini er at eggja vinnum og fyritøkum at gera handils-og kunningarferðir til áhugaverdar marknaðir.
- Í 2004 varð eitt nú skipað fyri handilsferð til London og luttøku á ráðstevnuni, Value Added Seafood. Henda ferð varð fyriskipað í fjør heyst saman við sendistovu okkara í Bretlandi, og høvi var til fleiri virkisvitjanir og fyrilestrar, sigur Kjartan Kristiansen.
Sosialurin fer at venda aftur til aðrar partar av ársfrágreiðingini hjá Menningarstovuni í øðrum bløðum.